Heimið fyri minnisveik við Vallalíð

Tíðindaskriv

Fríggjadagin varð fútaforboð sett móti býráðnum í sambandi við bygging av einum heimi fyri minnisveik við Vallalíð.
Ósemjan millum Oljumálaráðið og kommununa er um, hvussu eitt brot í almennu byggisamtyktini skal skiljast.
Hetta brotið er soljóðandi: " Í sambandi við bústaðirnar skal tó bera til at gera rúm til handlar, onnur vinnuendamál og stovnar, treyta av at hetta ikki er til ampa ella spillur dámin á økinum sum sethúsabýlingur."
Meirilutin í býráðnum, ivast ikki í, at tað er rætt at gomul og veik eiga at búga har onnur fólk búgva. Somuleiðis fastheldur meiritutin, at orðingin: "At gera rúm til" merkir at pláss skal kunna verða fyri t.d. einum heimi fyri minnisveik í vanligum bústaðarøki í býnum.. Oljumálaráðið sigur hinvegin, at gera rúm fyri merkir, at eitt av verandi húsum, skal lata rúm til endamálið, td. at kjallarin ella annar partur av bústaðnum skal rúma einum stovni.
Ikki skal verða farið í smálutir í hesum tíðindaskrivið, men skal bert verða sagt frá, at vit kunnu ikki annað enn taka fútaforboðið til eftirtekar. Vit meta at býráðið hevur einki skeivt gjørt. Býurin kann ikki liggja lamin, møguliga meira enn eitt ár, til Føroya Rættur hevur talað. Tí er samgongan komin til ta niðurstøðu, at vit beinanvegin vilja útgreina tekstin av omanfyri nevnda brotið í byggisamtyktini, so eingin ivi kann taka seg upp, hvat ætlan býráðsins er.
Tí er kallað saman til fund í Byggi- og Býarskipanarnevndini longu í dag, har málið er, at umskriva og tíðiliggera merkinkina "at gera rúm fyri" í almennu byggisamtyktini, og at mæla býráðnum til at broyta ásetingarnar í almennu byggisamtyktini samsvarandi.
Eyka býráðsfundur verður í morgin, týsdagin 12. mai kl. 18.00, fyri at samtykkja broytingina í byggisamtyktini. Hetta verður gjørt, fyri at m.a. tey minnisveiku ikki skulu verða fyri vanbýti, av tí at býráðið og Oljumálaráðið ikki kunnu verða samd um merkingina av orðinum: Rúm.