Heimsins nekari

    

Lítil viðmerking til yvirlýsing í bløðunum nú um dagarnar frá Kvinnufelagnum í Havn um "kvinn-unnar rætt til hennara egna kropp".
Fyri umleið 30 árum síðan sang ex-beatlin John Lennon í einari solo útgávu sangin "Woman is the nigger of the world" í einum vælskrivaðum sangi um kvinnukúgan.
Soleiðis at sammeta kvinnuna tá við "nekaran", t.v.s. trælin og tann kúgaga, var ein rættuliga rámandi mynd og mundi eisini fáa mangan mannin at rakna við og at síggja støðuna hjá kvinnuni sum hon var. Ískoytið hjá Lennon var bert eitt av túsundtals ískoytum frá bæði kvinnum og monnum gjøgnum ártíggir, sum spakuliga men sikkurt opnaðu eyguni fyri støðuni hjá kvinnuni sum hon var og sum hon átti at verið.
Í dag hugsi eg, at flest øll munnu vera samd um, at støðan hjá kvinnuni er munandi betra og at kvinnan á øllum økjum hevur somu rættindi sum maðurin, um hon veruliga ger sína støðu og sín rætt galdandi. Eg hugsi, at flest øll, bæði menn og kvinnur í dag ynskja, at kvinnan á ein demokratiskan hátt skal hava javnrætt bæði til løn, arbeiði og til vald. Hetta var ikki støðan bara fyri fáum árum síðan so har hevur maðurin (og mangar kvinnur við) veruliga flutt seg. Tá hugsanin kemur til arbeiði og vald so hugsi eg eisini, at tey flestu ganga inn fyri hugsanini, kvalitet fram fyri kvantitet. T.v.s. ikki 50 prosents regluna, sum fleiri kvinnufylkingar tala fyri, men at best egnaði persónurin (ella tann, sum t.d. fær flest atkvøður til eitt val) fær eitt starv ella ein politiskan post. T.v.s. ein kvinna fær ikki eitt starv bert tí hon er ein kvinna, ein maður fær ikki eitt starv bert tí hann er ein maður. Kynnini vera "nullstilla" og tann best egnaði ella tann best umtókti (t.d. í politikki) fær starvi.
Eg eri samdur við Kvinnufelagnum í Havn um, at sjálvandi hevur kvinnan rætt til sín egna kropp. Men so má eg eisini siga, at tað hevur ófødda barni eisini. Og forrestin so eru 50 prosent av óføddu børnunum kvinnur. Hevur kvinnufelagið ogna ábyrgd fyri teimum kvinnunum?
Fyri at seta sakina eitt sindur í perspektiv kundi eg spurt: Fái eg ein gest, sum onga aðrastaðni hevur at vera í 9 mánaðir, skuldi eg so kunna blaka hann út, um eg visti, at tað var tann vissi deyði fyri hann, bert "tí eg havi rætt til mítt egna heim"? Hevði eg onga ábyrgd havt fyri hesum gestinum, sum onga aðrastaðni hevði at vera? Ella, kunnu vit eisini siga: Hvussu egoistisk, hvussu ábyrgdarleys, hvussu hjartaleys kunnu vit loyva okkum at vera?
Spurningurin hjá mongum er eisini: Er ófødda barni eitt menniskja? Nú eri eg ikki serfrøðingur, men hyggur tú at mynd av einum fáar vikur gomlum fostri so líkist tað einum menniskja... Tað hevur høvd, eygu, nøs, munn, oyru, kropp, armar, hendur, fingrar, bein, tær og allar kropslutir annars. Serfrøðingarnir siga, at hetta er eitt menniskja og eg hugsi, at sjálvt tann mest sannførda kvinnufelagskvinnan í Havn, um hon sá eitt fostur andlit til andlits, hevði sagt, at hetta var eitt menniskja.
Næsti spurningurin er so, er tað loyvt at drepa eitt menniskja?
Okkara lóggáva sigur, at tað er ikki loyvt at drepa eitt menniskja ? enn ikki ringasta brotsmenni er tað loyvt at taka av døgum. Og hetta er støðan í flest øllum framkomnum demokratiskum londum og vit eru flest øll samd um, at soleiðis skal tað vera.
Persónliga eri eg ímóti deyðadómi ? eisini fyri tey óføddu, tí skrivi eg hesa viðmerking.
Ein kundi spurt: Skal ófødda barni (við avgjørt reinari straffiattest) hava verri rættindi enn ringasta brotsmenni? Hetta sýnist Kvinnufelagið í Havn í øllum førum at halda?
Fyri ikki so mongum árum síðan segði man, at tað var loyvt og tað var rætt at halda nekarar trælir og ein kundi fara við teimum sum einum lysti, bert tí teir vóru nekarar. Tú kundi vera góður við teir ella tú kundi vera eitt beist ímóti teimum. Teir vóru "tínir nekarar", hevði tú goldið fyri teir. Alt hetta, bert tí teir vóru nekarar. Tí tey vóru nekarar og vóru svørt skuldu tey gera hvíta menniskjanum til vildar uttan at hava nøkur rættindi á nakran hátt.
Tíbetur vóru tað bæði menn og kvinnur, sum fingu eyguni upp fyri, at hetta var ikki rætt. Tú kundi ikki fara við einum menniskja á henda hátt, bert vegna rasu og húðalit. Í Amerika brast enntá borgarakríggj á vegna hesa søk. Støðan hjá nekarunum er broytt til tað betra um hon ikki er so góð sum hon átti, tey eru frí, tey hava síni demokratisku rættindi.
Er støðan hjá ófødda barninum í dag nógv annarleiðis enn hon var hjá nekaratrælunum tá?
Hvørji rættindi hevur ófødda barni?
Hvussu upplýst, hvussu klók, hvussu frammarlaga, hvussu góð, javnstøðu sonn, hvussu demokratisk, hvussu elskilig eru vit, tá vit fara verri við okkara minstu enn við okkara ringastu brotsmonnum?
Kann ófødda barni í dag ikki av sonnum nevnast "heimsins nekari"?