Heini og Hallur skaddir

Tveir av føroysku rennarunum í frælsum ítrótti, Heini Hátún og Hallur Holm, eru ikki við á oyggjaleikunum í ár. Teir vórðu báðir skaddir stutt undan fráferð, og hava ikki runnið síðani skaðin tók seg upp. Talið av ítróttarfólkum í frælsum ítrótti er tískil á níggju ístaðin fyri ellivu.