Íslendska U-19 landsliðið hevur verið í Føroyum síðstu dagarnar. Hóskvøldið endaði tað 2-2 á Svangaskarði og eftir venjingar í tveir dagar rundaðu íslendingar av í dag við vinardysti ímóti føroysku javnaldrunum.
Hetta var fyrsti dystur hjá nýggja U-19 landsliðsvenjaranum Sigfríði Clementsen og hansara ungu monnum, og tað endaði 2-2 ella við sama úrslitið, sum tað var hóskvøldið.
Orri Steinn Óskarsson, sum spælir í FCK, legði gestirnar á odda í 28. minutti, tá ið Jakob Franz alsson, sum umboðar Venezia í Italia legði innfyri.
Fýra minuttir seinni javnaðu Føroyar. 17 ára gamli Heini Fossdalsá Sørensen, sum spælir við FCM í Herning, smekkaði til úr 17 metrum, og bólturin sat í netinum.
Tá ið ein tími var farin, løgdu Føroyar seg á odda 2-1. Bergur Poulsen úr Víkingi, sum var liðformaður, legði innfyri úr høgru, og Jørgen Nielsen úr NSÍ setti bóltin í málið.
Íslendingar svaraðu aftur løtu seinni, tá ið teir javnaðu til 2-2 við brotssparki. Málskjútti var Hilmir Rafn Mikaelsson úr Fjölnir í Reykjavík.
Føroyar – Ísland 2-2 (1-1)
U-19 landsdystur
Vinardystur á Svangaskarði sunnudagin 6. juni 2021 kl. 15.00
0-1: Orri Steinn Óskarsson 29.
1-1: Heini Fossdalsá Sørensen 33.
2-1: Jørgen Nielsen 60.
2-2: Hilmir Rafn Mikaelsson br 69.
Dómari: Alex Troleis
Føroyar: Hans Jákup Arngrímsson – Bergur J. Poulsen (Filip Kruse Johansen, 85.), Elias Rusborg (Fríði í Túni Petersen, 80.), Mattias Weihe Joensen (Beinir Noløse, 77.), Jákup Norðoy Vilhelmsen (Fríði á Borg, 77.) – Martin Agnarsson (Jens Olsen, 80.), Bogi Hentze, Emil Weihe Joensen, Olaf Bárðarson (Tóki á Lógv, 77.) – Heini Fossdalsá Sørensen, Jørgen Nielsen (Jákup Hummeland, 80.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Símun Kalsø, Jákup Andrias Thomsen, Richard Højgaard de Franca, Sverri Mariusarson
Venjari: Sigfríður Clementsen
Ísland. Ólafur Örn Ásgeirsson, HK – Jakob Franz Pálsson, Venezia, Andi Hoti, Þróttur Reykjavík, Þorsteinn Aron Antonsson, Fulham, Dagur Þór Hafþórsson, ÍH, Jón Vignir Pétursson, Selfoss, Kristófer Jónsson, Valur, Óli Valur Ómarsson, Stjarnan, Orri Steinn Óskarsson FCK, Danijel Dejan Djuric, FCMidtjylland, Hilmir Rafn Mikaelsson, Fjölnir