Heini í Skorini heldur fram í B36

27 ára gamli Heini í Skorini er uppvaksin í B36, og sæð burtur frá lestrartíðini í Danmark og Onglandi, so hevur tað at kalla altíð verið í B36, at hann hevur spælt fótbólt.

Heini í Skorini er miðvallarleikari, men kann eisini nýtast á kantinum og sum áleypari.

 

Sáttmálin hjá B36 við Heina í Skorini er galdandi fyri 2011.