Sjúrður Skaale tekur í dag farloyvi, og tað sæst í skránni hjá Fólkatinginum, at ein varamaður skal góðkennast av tinginum, tá ið tað kemur saman seinni í dag.
Og sambært Kringvarpinum verður tað Henrik Old úr Javnaðarflokkinum, sum tekur sæti á Fólkatingi fyri Sjúrður Skaale. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi fingu hvør sín sess til seinasta fólkatingsval, sum var 18. juni í 2015. Fyrst valdur á Javnaðarlistanum er Sjúrður Skaale við 2.495 atkvøðum. Síðani er Aksel V. Johannesen við 1.174 atkvøðum. Rigmor Dam er nummar trý á listanum við 407 atkvøðum, og Eyðgunn Samuelsen er nummar fýra við 326 atkvøðum. Henrik Old fekk 183 atkvøður til Fólkatingsvalið.
Í og við, at nummar tvey, trý og fýra á listanum hjá Javnaðarflokkinum sita í landsstýrinum, er Henrik Old næstur á listanum og sostatt er tað hann, sum fer at loysa av í Fólkatinginum komandi tíðina. Kringvarpið skrivar, at Henrik Old tekur tvær vikur á Fólkatingið.