Henrik Old vil hava meiri pengar at bora tunlar fyri

Landsstýrið skal nú taka støðu til, í hvørjari raðfylgjum tunlar skulu borast

Á fíggjarlógini fyri næsta ár, eru sjey milliónir krónur settar av til nógv umrødda tunlasjakkið hjá Landsverki at bora tunlar fyri. Tað staðfestur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum. Men hann leggur afturat, at hann vónar, at løgtingið fer at hækka játtanina, tá ið fíggjarlógin kemur til viðgerar í Løgtinginum.

 

Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, hevur spurt Henrik Old um ætlaða Fámjinstunnilin. Henrik Old sigur heldur speiskliga, at hann takkar Bill Justinussen fyri tann stóra, men bráddliga íkomna áhuga fyri Fámjinstunlinum.

 

Hann vísir á, at Landsverk hevur fyrireikað arbeiðið við Famjinstunlinum í vár og í summar. Lokala náttúrufriðingarnevndin hevur góðkent verkætlanina, og fer at viðgera verkætlanina á fundi nú fíggjadagin.

 

Hann sigur, at linjan er flutt nakað niður í lendi, serliga av jarðfrøðiligum áðum og hetta hevur við sær, at tunnilin verður eitt sindur longri enn áður ætlað. Og sum tað liggur í kortunum verður Fámjinstunnilin 1200 metrar langur og 600 metrar av vegi skulu gerast ørðavíkarmegin, og 500 metrar av vegi skulu gerast fámjinsmegin. 

 

– Tað er umráðandi, at farleiðin til Famjins er á hóskandi støði. Við einum tunli sleppa fólk undan at koyra um Ørðaskarð á Fámjinsvegnum, har tað ofta er sera vindhart, og har nógvur kavi kann liggja um veturin. Somuleiðis slepst undan vegateininum, har mest grót er skrásett at koma oman á vegin. 

 

Landsstýrismaðurin sigur, at hann leggur stóran dent á, at ferðasambandið til smærru bygdirnar er nøktandi. Men hann sigur ikki, hvørjari raðfylgju tunlarnir skulu gerast í. Hann sigur tvørtur ímóti, at hetta er ein spurningur, landsstýrið viðger í hesum døgum.