Henrik prinsur innlagdur á Ríkissjúkrahúsið

Í kvøld, sunnukvøldið, varð Henrik prinsur innlagdur á Ríkissjúkrahúsið. Tað sigur samskiftisstjórin í Kongahúsinum, Lene Balleby, í tíðindaskrivi. 

 

 

Kongahúsið upplýsir, at Henrik prinsur, sum  hevur verið í Sharm El Sheik í Egyptalandi síðani 4. januar, varð innlagdur á sjúkrahúsi í Egyptalandi fyri nøkrum døgum síðani. Hann er nú komin aftur til Danmarkar, soleiðis at hann kann verða gjølla kannaður á Ríkissjúkrahúsinum. Kongahúsið greiðir ikki nærri frá orsøkini til, at Henrik prinsur er innlagdur.

 

 

Í september í fjør upplýsti Kongahúsið, at Henrik prinsur hevur minnissvinn.