Henry skal aftur til Føroya

Fraklendingar høvdu eina minniliga ferð til Føroya í sambandi við EM-dystin á Tórsvølli í farna mánaði.

Ferðin var ikki minnilig fyri tað góða, tí ring floglíkindi í Føroyum høvdu við sær, at fraklendingar vóru nógv seinkaðir. Og tá ið teir so komu niður at í Vágum, var lendingin harðliga.

Tá ið Eurosport vísti upptøkur av lendingini fyri stóru stjørnuni Thierry Henry, var hann ikki sørt skakkur, og Henry mundi neyvan fegnast, tá ið Frakland aftur endaði í undankappingarbólki saman við Føroyum.

Spurningurin er so, um Føroyar fara at sleppa undan Henry og onkrum av hinum stjørnunum, tá ið londini hittast til HM-dyst í Føroyum næsta ár ella í 2009.