Álit í løgtingsmáli nr. 142/2016: Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi
Landsstýrismaðurin fiskivinnumálum hevur lagt málið fram tann 22. mai 2017, og eftir 1. viðgerð tann 29. mai 2017 er tað beint Vinnunevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 1., 2., 7., 8., 9., 13., 19., 20., 21., 23., 26. og 28. juni og 3. juli 2017.
Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Útlendingastovuna, Heilsufrøðiliga Starvsstovuna, Dátureftirlitið, Føroya Reiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag, Bank Nordik, Betri Banka, Havnar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Føroya Arbeiðsgevarafelag, Meginfelag Útróðramanna, Realin, Felagið Trolbátar, Felagið Línuskip, Felagið Trolskip, Framherja, P/F JFK, verksmiðjutrolarar, Felagið Nótaskip, Felagið Rækjuskip, Faroe Origin, Thor, Felagið Garnaskip, Delta Seafood, Varðan Pelagic, Kappingareftirlitið, Havstovuna, Vørn, Johnny í Grótinum, Olaf Olsen, Eivind Jacobsen, Meinhard Jacobsen, Dánjal í Skálum, Tummas Henriksen, ÁrnaM. Dam, Kristinu Háfoss, landsstýrismann í fíggjarmálum og Høgna Hoydal, landsstýrismanní fiskivinnumálum.
Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.
Meirilutin (Jørgen Niclasen, Bjørn Kalsø, Jákup Mikkelsen og Jógvan Skorheim)
Minnilutin (Bjarni Hammer, Bjørt Samuelsen og Magni Arge) hevur hesar viðmerkingar.
Uppskotið um fyrisiting av sjófeingi er eitt nýtt grundarlag undir fiskivinnupolitikki, fiskivinnufyrisiting og kørmunum hjá vinnurekandi til atgongd at fiska og vinna burtur úr sjófeinginum, ið føroyska tjóðin eigur og hevur ræði á.
40 ár eru liðin, síðani føroyska fiskimarkið varð flutt út á 200 fjórðingar. Góð 20 ár eru liðin, síðani galdandi lóg um vinnuligan fiskiskap varð sett í gildi. Og 10 ár eru liðin, síðani Løgtingið samtykti at siga upp galdandi veiðiloyvi og fiskiloyvi við gildi frá 1. januar 2018.
Líka síðani hava skiftandi samgongur sagt, at ein nýskipan av fiskivinnuni taldist millum fremstu og týdningarmestu mál. Nógvar royndir hava veriðgjørdar at finna semjur millum flokkarnar. Minnilutin metir, at skipanin, sum nú liggur á borðinum, møtir fleiri av teimum høvuðsynskjum, sum verið hava um broytingar.
Minnilutin fegnast um, at tað, hóast stórar avbjóðingar og sera nógv ymisk sjónarmið og áhugamál, er eydnast at fáa eina nýskipan, har dentur er lagdur á at lata upp fyri nýggjum og fjølbroyttari møguleikum fyri lønsamari fiskivinnu kring landið, samstundis, sum stabilitetur er tryggjaður fyri verandi vinnu og arbeiðsplássum. Stórur dentur verður lagdur á burðardygga stovnsrøkt, og fer hetta við tíðini vónandi at tryggja, at botnfiskastovnarnir koma væl fyri seg aftur, sum varandi trygd undir fiskivinnuni á sjógvi og landi.
Við hesi nýskipan verður staðfest, at sjófeingi Føroya er ogn Føroya fólks og varandi grundarlag undir føroyska búskapinum og kann hvørki í lóg ella í verki gerast privat ogn. Stórur dentur verður lagdur á at vit sum matvøruframleiðandi tjóð skulu víðarimenna og fjøltátta framleiðsluna av vørum úr øllum sjófeinginum, og tí fegnast minnilutin um, at um fá ár verður alt tilfeingið ført til lands til víðari virkingar av matvørum og øðrum hávirðisvørum.
Botnfiskiskapurin í heimasjógvi hevur seinastu nógvu árini verið søguliga lágur við tí úrsliti, at skipini, sum í dag eru virkin í hesum partinum av vinnuni, eru illa sperd. Minnilutin heldur, at hesi, ið hóast mótgongd og vánalig rasktrarúrslit hava sýnt áræði og úthaldni, eiga at fáa møguleika at koma fyri seg, tá fiskiskapurin tekur seg upp aftur, og at skiftið frá fiskidagaskipan til kvotaskipan verður so smidligt, sum til ber.
Tí verða mørkini fyri, nær botnfiskur undir Føroyum verður boðin út, hækkað í mun til upprunauppskotið. Og frá markinum, tá útboð byrjar (15.000 tons fyri tosk), og til hámarkið, tá býtið millum søgulig og nýggj rættindi verður 75/25 % (20.000 tons fyri tosk), mælir minnilutin landsstýrismanninum til í størri mun at selja stutttíðarrættindi heldur enn millum- og langtíðarrættindi.
Minnilutin heldur ikki, at upprunauppskotið í nóg stóran mun tekur atlit til virki, ið ikki sjálv hava skip knýtt at sær at veita neyðugu rávøruna. Tí verður skotið upp, at parturin av veiddum fiski, ið skal bjóðast út, øktur í 25 %.
Farið verður frá fiskidøgum til kvotur fyri bólk 2 og bólk 3. Býtislykilin verður soleiðis, at fiskidagarnar vera vektaðir 25 %, meðan miðal veiðan seinastu 5 árini telur 75 %. Minnilutin metir tað vera umráðandi, at skiftið frá verandi skipan frá fiskidøgum til kvotur verður so lagalig og smidlig sum gjørligt, og at hædd verður tikin fyri, at tey, sum vera ávirkað av hesi broyting, ikki vera fyri ótilætlaðum niðurskuri.
Til tess at tryggja og tillaga raksturin av fiskivinnu, sum knýtir seg til fiskiskapin í Barentshavinum, hevur minnilutin gjørt eina tillaging til uppboð av sølukvotu, soleiðis at uppboð tekur við, tá heildarkvotan fer upp um 22.500 tons og upp til 30.000 tons. Landsstýrismaðurin tekur atlit til at ein rímiligur partur verður seldur sum stutttíðarrættindi. Fer heildarkvotan upp um 30.000 tons verður hon boðin út sum uppboðsárskvota.
Minnilutin setir fram soljóðandi broytingaruppskot
1. § 3, nr. 13) verður orðað soleiðis:
“13) Heildarkvota: Tann partur av mest loyvdu veiðuni av livandi sjófeingi, í tonsum, sum persónur ella felag, ella eigari av fiskifari undir føroyskum flaggi hevur rættindi at veiða av. Heildarkvotan er tað, ið er eftir, tá kvotubýtið við onnur lond og kvota, ið er sett av til hjáveiðu, rannsóknir, royndarfiskiskap og menningarætlanir, eru drigin frá.”
2. § 3, nr. 22) verður orðað soleiðis:
“ 22) Toskajavnvirði: Lutfalsliga avreiðingarvirðið á hvørjum fiskaslagi í mun til avreiðingarvirðið á toski í rundari vekt.”
3. § 6, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann gera undantak viðvíkjandi treytunum í hesi grein fyri fiskifør til royndarveiðu ella undirvísingarætlanir og menningarætlanir.
Landsstýrismaðurin kann somuleiðis gera tíðaravmarkað undantak til treytirnar í hesi grein fyri fiskifar, sum skal nýtast fyri fiskifar, sum orsakað av bráfeingis óhappi ikki kann fara til fiskiskap.”
4. § 7, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann gera undantak viðvíkjandi treytunum í hesi grein fyri fiskifør til royndarveiðu ella undirvísingarætlanir og menningarætlanir.
Landsstýrismaðurin kann somuleiðis gera tíðaravmarkað undantak til treytirnar í hesi grein fyri fiskifar, sum skal nýtast fyri fiskifar, sum orsakað av bráfeingis óhappi ikki kann fara til fiskiskap.”
5. § 7, stk. 6 verður orðað soleiðis:
“Stk. 6.Í samband við eftirkanning av treytunum í hesi grein, kann landsstýrismaðurin krevja at persónur ella felag sum verður eftirkannað, útvegar upplýsingar og váttanir frá nevndarlimum, stjórn, eigarum, ráðgevum, fíggingarstovnum o.ø. Landsstýrismaðurin kann krevja føroyska týðing av skjølunum.”
6. § 8, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“ Eru treytirnar í §§ 6 og 7 ikki loknar, fellur rætturin at bjóða upp á rættindi at veiða, at hava ræði á rættindum at veiða ella at gagnnýta rættindi burtur, men landsstýrismaðurin kann loyva, at viðurskiftini koma í rættlag innan ávísa tíðarfreist.”
7. Í § 9 verður sum nýtt stk. sett:
“Stk. 4. Nýggjar avmarkingar verða ikki settar persónum og feløgum, ið eru fevnd av Hoyvíkssáttmálanum, og hava bústað ella eru heimahoyrandi innan umveldisvídd sáttmálans.”
8. § 10, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Rættindahavarar kunnu einsamallir, ella saman við nærstandandi, beinleiðis ella óbeinleiðis, í mesta lagi hava ræði á sum egin rættindi, umroknað til toskajavnvirði, 20 % av:
1) Heildarkvotunum av botnfiski í føroyskum sjógvi.
2) Heildarkvotunum av uppsjóvarfiski í Norðuratlantshavi.
3) Heildarkvotunum av botnfiski og øðrum djórasløgum uttan fyri føroyskan sjógv.”
9. § 10, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2.Rættindahavarar kunnu einsamallir, ella saman við nærstandandi, beinleiðis ella óbeinleiðis, í mesta lagi hava ræði á 20% av fiskidøgunum í bólkunum sambært § 27, stk. 1, nr. 1 og 2 samanlagt.”
10. § 10, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3.Umframt avmarkingar í stk. 1 kunnu rættindahavarar, einsamallir ella saman við nærstandandi, beinleiðis ella óbeinleiðis, í mesta lagi hava ræði á sum egin rættindi 17,5% av samlaðu heildarkvotunum sambært stk. 1, umroknað til toskajavnvirði.”
11. § 10, stk. 5 verður orðað soleiðis:
“Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð toskajavnvirði fyri hvørt fiskaslag fyri eitt ár í senn. Toskajavnvirði skal roknast sum lutfalli millum virði á einstaka fiskaslagnum og virði á toski í rundari vekt. Útrokning av virðinum skal gerast við støði í samlaðu veiðini og samlaða virðinum á hesum fiskasløgum, samsvarandi upplýsingum skrásettir hjá Fiskiveiðieftirlitinum.”
12. § 10, stk. 7 verður orðað soleiðis:
“Stk. 7. Stutttíðar rættindi, ið verða boðin út eftir ásetingunum í hesi lóg telja ikki við sum egin rættindi, ið rættindahavari hevur ræði á sambært stk. 1 og 3.”
13. Í § 11, stk. 1 skal “13” broytast til: “1-3”.
14. § 11, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í sambandi við viðgerðina av málinum krevja at rættindahavarin útvegar allar neyðugar upplýsingar frá eigarum, nevndarlimum, ráðgevum virkjum o.ø. um eigaraviðurskifti og um veiðu fyri at tryggja, at treytirnar í § 10, stk. 1-3 eru loknar.”
15. Í §12, stk. 3 verður “fer undir trotabúarviðgerð” broytt til: “ tá tað endaliga er staðfest.
16. § 13 verður orðað soleiðis:
“§ 13.Persónar ella feløg, sum í 2017 hava havt loyvi við ávísum fiskifari at taka lut í fiskiskapi eftir uppsjóvarfiski og í fiskiskapi uttan fyri føroyskan sjógv undir skipan við egnum árskvotum, kunnu við gildiskomu lógarinnar halda fram, og fáa atgongd at veiða av hesum rættindum, ið ikki verða boðin út sambært §§ 14-18. Undantikin er kvota keypt á uppboði í 2017 og egin árskvota latin sum samsýning fyri at gera vísindaligar fiskirannsóknir fyri Havstovuna.
Stk. 2. Fyri rættindi, ið ikki verða boðin út sambært §§ 14-18, og sum fyri gildiskomu lógarinnar er skipaðar við felagskvotu á øllum leiðum ella felags fiskidagar uttan fyri føroyskan sjógv, verður fiskiskapurin skipaður eftir nærri reglum ásettum í kunngerð, sambært heimildunum í hesi løgtingslóg.
Stk. 3. Fyri annan fiskiskap enn tann, ið er nevndur í stk. 1 og 2, og sum ikki er fevndur av §§ 22-27, verður fiskiskapurin skipaður eftir nærri reglum, ásettum í kunngerð, sambært heimildunum í hesi løgtingslóg.
“Stk. 4. Fyri rættindi, latin sambært hesi grein og §§ 58 og 60 rindar rættindahavari tilfeingisgjald samsvarandi tilfeingisrentuni. Tilfeingisgjaldið verður ásett í serstakari løgtingslóg.”
17. § 14 verður orðað soleiðis:
“§ 14.Tá heildarkvota fyrstu ferð fer upp um nr. 1, 2 ella 3, verður á uppboði bjóðað út sum sølukvota rætturin at veiða ta nøgd, sum fer upp um:
1) 15.000 tons av toski á landgrunninum í føroyskum sjógvi.
2) 7.500 tons av hýsu í føroyskum sjógvi.
3) 40.000 tons av upsa í føroyskum sjógvi.
Stk. 2.Fer heildarkvota upp um tað mesta, hon hevur verið áður, síðan gildiskomu løgtingslógarinnar, verður nøgdin, sum er omanfyri, boðin út á uppboði sum sølukvota, samanber tó stk. 1 og stk.3.
Stk. 3.Tá heildarkvota fer upp um nr. 1, 2 ella 3, verður á uppboði bjóðað út sum uppboðsárskvota rætturin at veiða ta nøgd, sum fer upp um:
1) 20.000 tons av toski á landgrunninum í føroyskum sjógvi.
2) 10.000 tons av hýsu í føroyskum sjógvi.
3) 53.333 tons av upsa í føroyskum sjógvi.
Stk. 4.Veiðirættindi, ið verða boðin út sambært hesi grein, skulu bjóðast út til veiðu við húki og til veiðu við troli í sama lutfalli, sum ásett í § 23, stk. 2.”
18. Í § 15, stk. 1 verður nr. 4 strikað og nýtt stykki skal setast inn til hetta.
“4) Um heildarkvotan eftir botnfiski í Barentshavinum fer upp um 22.500 tons verður tann nøgdin sum er millum 22.500 og 30.000 tons boðin út sum sølukvota. Tann partur, ið fer upp um 30.000 tons verður boðin út á uppboði sum uppboðsárskvota.”
19. § 22, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Mest loyvda veiða verður ásett fyri hesar fiskastovnar í føroyskum sjógvi og verður í 2018 í tonsum, í rundari vekt:
1) Toskur á landgrunninum, 7.500 tons.
2) Hýsa, 4.000 tons.
3) Upsi, 26.000 tons.
4) Kongafiskur, 1.000 tons.
5) Longa, 6.000 tons.
6) Brosma, 3.000 tons.
7) Havtaska, 1.200 tons.
8) Svartkalvi, 4.500 tons.”
Í § 23 verður sum nýtt stk. sett:
“Stk. 3.Afturat býtinum sbrt. stk. 2, fær landsstýrismaðurin heimild til í 2018 at luta út 1000 tons av toski og 500 tons av hýsu til bólk 2 og bólk 3. Hesar eykakvotur verða býttar eftir sama lutfalli sum ásett í skjali 1, tó kann landsstýrismaðurin marka ein part at býta út til fiskifør, ið verða fyri ótilætlaðum niðurskuri í umrokningini frá fiskidøgum til kvotur.
20. Í § 25 verður “5” broytt til: “10”
21. Í § 27, stk. 1 verður “er við gildiskomu løgtingslógarinnar” broytt til: “eru í 2018”.
22. Í § 29, stk. 1. verður “við gildiskomu løgtingslógarinnar” broytt til: “31. desember 2017”.
23. Í § 32 verður sett inn sum nýtt stk. 4:
“Stk. 4. Tilsøgnir um veiðiloyvi til annað fiskifar í bólkunum sambært § 26, ið eru veittar í 2017, standa við til 30. juni 2018.”
24. § 33 verður orðað soleiðis:
“Landsstýrismaðurin leggur fyri Løgtingið uppskot til samtyktar um umsitingarætlan og veiðireglu, sum setir karmar og mannagongdir í sambandi við at áseta mest loyvdu veiðu, sambært § 22, og í sambandi við at áseta fiskidagatal, sambært § 26.
Stk. 2. Í øðrum fiskiskapi eftir fiskastovnum, ið eru støðufastir í føroyskum sjógvi, og sum ikki er skipaður eftir §§ 22 og 26, kann landsstýrismaðurin brúka somu mannagongd, sum ásett í stk.1.
Stk. 3. Umsitingarætlanin skal hava ásetingar um:
1) Hvønn fiskastovn ella fiskiskap, ætlanin fevnir um.
2) Endamálið við ætlanini, og hvørji atlit skulu takast, tá árligu fiskimøguleikarnir verða ásettir.
3) Veiðireglu, sum verður brúkt sum grundarlag undir áseting av mest loyvdu veiðu, fiskidøgum og skipan í øðrum fiskiskapi.
4) Mannagongdir fyri ráðgeving, ráðførslu o.a.
5) Gildistíð og endurskoðan.”
25. Í § 41, stk. 2 verður “í einum fiskiári” broytt til: “yvir tvey fylgjandi fiskiár”.
26. Í § 42, stk. 3 verður “15” broytt til: “20”.
27. § 42, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4.Avmarkingin upp í 20% í stk. 3 er ikki galdandi, um talan er um at avhenda kvoturættindi hjá sama persóni ella felag millum ymisk fiskifør.”
Landsstýrismaðurin kann loyva, har ein lítil kvota er, loyva alla kvotuna. Landsstýrismaðurin kann gera nærri reglur (heilt smáar nøgdir av einstøkum fiskaslagi)
28. Í § 48, stk. 2 verður sett: “ seta inn “herundir skiftistíð” 4 ár. OK, ger hesa broyting. 4 ár inn í lógin.
29. Í § 49, stk. 4 verður sett aftan á “avreidd uttanlands” sett: “Veiða, ið verður landað uttanlands verður gjørd upp pr. hálvár”.
30. § 50, stk. 1 verður orðað soleiðis: “ Í minsta lagi 25% av allari veiðu pr. hálvár hjá føroyskum fiskifari, skal bjóðast út um góðkenda uppboðssølu í Føroyum.Undantikið eru tey, sum hava keypt rættindi at veiða sambært §§ 14-18”
31. § 52, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3.Fiskifar, ið verður strikað úr skipaskránni ella farskránni, og sum hevur gagnnýtt føroysk veiðirættindi, kann ikki fáa fiskiloyvi aftur at fiska undir føroyskum flaggi, fyrrenn tvey ár eru gingin frá tí, fiskifarið varð strikað.”
32. § 69, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Fiskiveiðieftirlitið er somuleiðis heimilað at loyva einstøkum fiskiførum at gera royndir á bráðfeingis stongdari leið til tess at staðfesta, um bráðfeingis veiðibann skal ásetast av nýggjum ella avlýsast. Fiskiveiðieftirlitið lýsir bráðfeingis veiðibann alment. Bráðfeingis veiðibann verður eisini eftirfylgjandi tikið upp í Kunngerðablaðnum.”
33. § 71, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Upplýsingar, herundir viðkvæmar og trúnaðarupplýsingar, sum hava týdning fyri eftirlit við fiskiskapi og veiðu, kunnu, treytað av trygd og trúnaði, útflýggjast myndugleikum í øðrum londum, altjóða fiskiveiðifelagsskapum og økisbundnum fiskiveiðifelagsskapum.”
34. § 79, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2.Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð. Fiskiveiðieftirlitið ger av, hvat tíðarskeið rætturin at reka vinnuligan fiskiskap verður tikin aftur. Í tíðarskeiðinum, rætturin at reka vinnuligan fiskiskap verður tikin aftur, kann skipið, ið brotið er framt við, ikki reka vinnuligan fiskiskap, heldur ikki um skipið verður selt øðrum eigara. Veiðirættindi, latin skipi við fiskiloyvi, kunnu ikki latast øðrum til fiskiskap í hesum tíðarskeiði.”
35. Í § 34, stk. 5-7, § 39, stk. 2, nr. 3, § 46, stk. 1, § 47, stk. 1, § 63, § 65, stk. 1, § 66, stk. 1, § 67, stk. 2, § 74 og § 75, stk. 1, verður “Fiskiveiðieftirlitið/Fiskiveiðieftirlitinum” broytt til “fiskiveiðieftirlitið/fiskiveiðieftirlitinum”.
Serligar viðmerkingar
Til nr. 1
Til nr. 2
Til nr. 3
Til nr. 4
Til nr. 5
Til nr. 6
Til nr. 7
Til nr. 8
Til nr. 9
Til nr. 10
Til nr. 11
Til nr. 12
Til nr. 13
Til nr. 14
Til nr. 15
Til nr. 16
Til nr. 17
Til nr. 18
Til nr. 19
Til nr. 20
Serliga viðmerkingar
Til nr. 1
§ 3, nr. 13)
Verandi orðing í uppskotinum sigur, at fyri at koma fram til heildarkvotu, verða drigin frá tøku føroysku kvotuni tey veiðirættindi, Føroyar lata í umbýti við onnur lond, umframt kvotur settar av til vísindaligar rannsóknir, royndarfiskiskap og menningarætlanir.
Her er skotið upp, at seta inn, at kvota, ið verður sett av til hjáveiðu, eisini verður drigin frá, áðrenn komið verður fram til heildarkvotuna. Hetta kann t.d. vera, at ein partur av tøku føroysku kvotuni av norðhavssild verður hildin aftur at brúka til hjáveiðu hjá skipum, ið ikki hava egna kvotu av norðhavssild, í fiskiskapi eftir øðrum uppsjóvarfiski í føroyskum sjógvi, men har hjáveiðuprosent er ásett.
Til nr. 2
§ 3, nr. 22)
Skotið verður upp, at broyta orðingarnar, sum allýsa “toskajavnvirði”, so at tann parturin av tekstinum, ið meira er at rokna sum regulering verður fluttur longur aftur í lógartekstinum – sí broyting nr. 10 og viðmerkingina til tað broytingina.
Til nr. 3
§ 6, stk. 3
Í serligu viðmerkingum í lógaruppskotinum sum varð framlagt verður víst til, at undantak kann veitast, um fiskifar, ið er til fiskiskap er fyri óhappi, t.d. størri eldskaða ella størri maskinbreki. Víst verður til, at í slíkum førum kann landsstýrismaðurin geva undantak, soleiðis at annað skip kann vera nýtt í fiskiskapinum, til upprunaliga skipið aftur er siglingarklárt. Men í sjálvum lógartekstinum í uppskotinum er hetta ikki tikið við. Tí verður skotið upp at broyta hetta, soleiðis at hetta eisini framgongur greitt av lógartekstinum.
Til nr. 4
§ 7, stk. 3
Í serligu viðmerkingum í lógaruppskotinum sum varð framlagt verður víst til, at undantak kann veitast, um fiskifar, ið er til fiskiskap er fyri óhappi, t.d. størri eldskaða ella størri maskinbreki. Víst verður til, at í slíkum førum kann landsstýrismaðurin geva undantak, soleiðis at annað skip kann vera nýtt í fiskiskapinum, til upprunaliga skipið aftur er siglingarklárt. Men í sjálvum lógartekstinum í uppskotinum er hetta ikki tikið við. Tí verður skotið upp at broyta hetta, soleiðis at hetta eisini framgongur greitt av lógartekstinum.
Til nr. 5
§ 7, stk. 6
Lagt verður upp til at gera broyting soleiðis at tað er greiðari, at tað er persónurin ella felagið, sum verður eftirkannað, sum kann verða álagt at útvega neyðuga tilfarið í sambandi við eftirkanningina. Víst verður annars til serligu viðmerkingarnar í framlagda lógaruppskotinum.
Til nr. 6
§8, stk. 1
Um treytirnar í greinunum 6 og 7 ikki eru loknar, fellur rætturin at bjóða upp á rættindi at veiða, at hava ræði á rættinum at veiða og at gagnnýta rættindi burtur. Staðfest verður tó, at landsstýrismaðurin kann loyva, at viðurskiftini koma í rættlag innan ávísa freist. Mett verður, at tað er ikki hóskandi í lógartekstinum at áseta neyvt, hvør tíðarfreistin er, tí tað veldst um hvørji viðurskifti talan er um.
Koma viðurskiftini ikki í rættlag innan ásettu freistina, fella rættindini aftur til landið tá freistin er útrunnin. Rættindini kunnu tá verða boðin út á uppboði sum sølukvota sambært grein 18 í lógaruppskotinum.
§ 9, stk. 4:
Islendskir myndugleikar hava gjørt vart við, at ásetingarnar í uppskotinum um útlendskan ognarskap, eru brot á Hoyvíkssáttmálan. Uttanríkis- og vinnumálaráðið metir ikki, at tað ber til at avmarka ognarrættin hjá íslendingum sambært grein 6 stk. 3 í sáttmálanum, tí talan er í stóran mun um nýggjar avmarkingar í ognarrætti, sum ikki vóru í gildi tá Hoyvíkssáttmálin var undirritaður.
Tí er ein orðing sett inn í §9 stk. 3 við tí endamáli, at nýggjar avmarkingar ikki verða settar persónum og feløgum, ið eru fevnd av Hoyvíkssáttmálanum, og hava bústað ella eru heimahoyrandi innan umveldisvídd sáttmálans.
Til nr. 7
§ 10, stk. 1
Lagt verður upp til at gera tillagingar í tekstinum, soleiðis at tað greitt framgongur, at tað sum støði verður tikið í tá metingar um miðsavnan verða gjørdar er, hvussu stórt ræði rættindahavarar einsamallir, ella saman við nærstandandi, beinleiðis ella óbeinleiðis, hava á heildarkvotunum av ávikavist botnfiski í føroyskum sjógvi, uppsjóvarfiski í Norðuratlantshavi, ella botnfiski og øðrum djórasløgum uttan fyri føroyskan sjógv. Fyri t.d. uppsjóvarfisk í Norðuratlantshavi er sostatt talan um, hvussu nógv ein rættindahavari hevur av hesum rættindum, skipað sum egin rættindi, tó undantikið stutttíðarrættindi keypt á uppboðssølu, sett upp ímóti samlaðu heildarkvotunum av uppsjóvarfiski í Norðuratlantshavi, uttan mun til hvussu hesar eru skipaðar. Víst verður annars til serligu viðmerkingarnar í framlagda uppskotinum.
Til nr. 8
§ 10, stk. 2
Skotið verður upp, at broyta hesa áseting, soleiðis at tað er greiðari tilskilað, at avmarkingin í ræðisrættinum til fiskidagar fevnir um samlaða fiskidagatalið tillutað bólki 4 og bólki 4T, sambært grein 27, stk. 1, nr. 1 og 2. Víst verður annars til serligu viðmerkingarnar í framlagda lógaruppskotinum.
Til nr. 9
§ 10, stk. 3
Lagt verður upp til at gera tillagingar í tekstinum, soleiðis at tað greitt framgongur, at tað sum støði verður tikið í, tá metingin um ræðisrættin hjá rættindahavara av samlaðu veiðirættindunum skal gerast, er hvussu stórt ræði rættindahavari einsamallur, ella saman við nærstandandi, beinleiðis ella óbeinleiðis, hevur á heildarkvotunum sambært grein 10, stk. 1, tað er av botnfiski í føroyskum sjógvi, uppsjóvarfiski í Norðuratlantshavi, ella botnfiski og øðrum djórasløgum uttan fyri føroyskan sjógv samanlagt. Rættindi sum telja við í uppgerðini hjá tí einstaka rættindahavaranum eru rættindi skipað sum egin rættindi, tó undantikið stutttíðarrættindi keypt á uppboðssølu. Víst verður annars til serligu viðmerkingarnar í framlagda uppskotinum.
Til nr. 10
§ 10, stk. 5
Skotið verður upp í sambandi við heimild hjá landsstýrismanninum at áseta toskajavnvirði, at tað í tekstinum eisini verður sagt, hvussu toskajavnvirði skal roknast – t.e. lutfalli millum virði á einstaka fiskaslagnum og virði á toski í sløgdari vekt. Somuleiðis at siga, at toskajavnvirði skal roknast við støði í samlaðu veiðini og samlaða virðinum á hesum fiskasløgum, samsvarandi upplýsingum skrásettir hjá Fiskiveiðieftirlitinum.
Sammett við upprunauppskotið er ásetingin um, at toskajavnvirði skal útroknast við støði í miðal avreiðingarvirðinum á hvørjum fiskaslagi eitt 5 ára tíðarskeið, tikin burtur. Grundin er, at ein slík áseting kann vera ov bindandi og leggur ikki upp fyri at marknaðarprísir og avreiðingarprísir í summum førum kunnu sveiggja rættiliga nógv millum ár og innan stutt tíðarskeið. Møguleiki eigur í kunngerðini at taka atlit at slíkum viðurskiftum.
Sí annars broyting nr. 2 og viðmerkingarnar har.
Til nr. 11
§ 10, stk. 7
Lagt verður upp til at gera tillagingar í hesum stykki, soleiðis at tað greitt er tilskilað, at stutttíðarrættindi keypt á uppboði verða ikki tald við í tey rættindi, sum ein rættindahavari kann sigast at hava ræði á, hetta í mun til útrokningina av miðsavnan av rættindunum. Stutttíðarrættini er sølukvota boðin út sum 1 ára rættindi ella uppboðsárkvota.
Hetta merkir, at ein persónur ella felag, sum hevur rokkið markið í stk. 1 ella stk. 3., framvegis kann bjóða upp á sølukvotu boðin út sum 1 ára rættindi ella uppboðsárskvotu, tí talan er um rættindi har áramálið í mesta lagi er 1 fiskiár. Tað merkir samstundis eisini, at stutttíðarrættindini eru ikki við til at ávirka í hvønn mun ein rættindahavari kann bjóða uppá langtíðarrættindi.
Til nr. 12
§ 11, stk. 2
Lagt verður upp til at gera broyting soleiðis at tað er greiðari, at tað er rættindahavarin, sum kann verða álagdur at útvega neyðuga tilfarið í sambandi við viðgerðina av málinum. Víst verður annars til serligu viðmerkingarnar í framlagda lógaruppskotinum.
Til nr. 13
§ 13, stk. 1
Yvirskipaða ætlanin við hesi áseting er at hava eina skiftireglu, sum sigur, at fyri tey rættindi, ið ikki verða seld á uppboði, heldur skipanin, ið var fyri 1. januar 2018 í høvuðsheitum fram. Tey, ið eru í vinnu, tá lógin fær gildi, kunnu halda fram undir somu skipanarligu kørmum, sum frammanundan.
Orðingarnar í lógaruppskotinum verða tó ikki í øllum lutum hildnar at vera nóg neyvar og greiðar.
Tí verður skotið upp at orða § 13, stk. 1 av nýggjum. Endamálið er meira neyvt at lýsa, hvussu rættindi, sum ikki verða boðin út eftir ásetingunum í lógini, verða latin persónum og feløgum frameftir. Til tess verður m.a. mett neyðugt at gera skilna millum ymiskar skipanir - eginkvota, felagskvotur og aðrar skipanir - og meira neyvt at lýsa, hvussu ymiskar skipanir geva grundarlag fyri rættindum frameftir.
Í stk. 1. er ásett, at rættindahavarar, sum undir løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap í 2017, hava havt loyvi at luttaka í fiskiskapi eftir uppsjóvarfiski og í fiskiskapi uttan fyri føroyskan sjógv, skipaður við egnum árskvotum, skulu kunna halda áfram við sínum virksemi. Rættindahavarar varðveita sín lutfalsliga part, sæð í mun til aðrar rættindahavarar, sum eisini hava havt eginkvotu. Samstundis verður tilskilað, at tað eru ávís egin rættindi í 2017, sum ikki geva ein rætt framyvir. Her er talan um tey rættindi, sum í 2017 eru keypt á uppboðssølu sum egnar kvotur, og tey rættindi sum eigari av fiskifari hevur fingið sum samsýning fyri at gera vísindaligar royndir fyri Havstovuna. Mett verður ikki, at hesi eitt ára rættindi eiga at geva ein rætt til líknandi rættindi framyvir.
Í stk. 2 er ásett at fyri rættindi, sum undir løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap hava verið skipaði sum felagskvota, verður lagt upp til, at landsstýrismaðurin – eins og undir lógini um vinnuligan fiskiskap - kann skipa fiskiskapin eftir nærri reglum, sum verða ásettar í kunngerð. Heimildirnar at skipa fiskiskapin eru í § 28 og § 34 í lógaruppskotinum. Hesar heimildir eru í høvuðsheitum, tær somu, ið eru í gomlu lógini. Tað vil m.a. siga, at karmarnir og fyritreytirnar fyri at skipa fiskiskapin við felagskvotum ella sum egin rættindi, eru teir somu sum frammanundan.
Stk. 3 ásetir, at fyri fiskiskap, ið er skipaður við øðrum enn kvotum, verður tað eisini frameftir so, at hesin fiskiskapur verður skipaður eftir nærri reglum, ásettum í kunngerð við heimild í lógini.
Grein 13, stk. 2 í framlagda lógaruppskotinum, verður grein 13, stk. 4. Skotið verður upp, at orða ásetingina so, at fyri rættindini, latin sambært § 13, rættindini latin til royndarfiskiskap, sambært grein 58, og rættindi latin til menningarætlanir, sambært grein 60, rindar rættindahavari tilfeingisgjald, sum samsvarar við veruligu tilfeingisrentuna, ið verður ásett eftir serstakari lóg. Broytingin í mun til ásetingina í framlagda lógaruppskotinum er, at lagt nú verður upp til, at eisini royndarkvotur og menningarkvotur skulu áleggjast tilfeingisgjald. Mett verður ikki, at grundarlag er fyri at viðgera hesi rættindi øðrvísi enn rættindi latin sambært grein 13.
Málslig broyting, so ongin ivi er um, at tað er tilfeingisgjaldið, sum verður ásett í aðrari lóg.
§ 14 Við hesi broyting verða mørkini flutt fyri, nær bjóðast kann út kvota av toski, hýsi og upsa undir Føroyum.
Fyri tosk og hýsu verða mørkini flutt nakað upp – til ávikavist 15.000 og 7.500 tons.
Síðani verður sett eitt ovara mark fyri tosk, hýsu og upsa: 20.000 fyri tosk, 10.000 fyri hýsu og 53.333 fyri upsa.
Tá ið kvotan er komin uppá hetta markið, er lutfallið millum útboð og atgongd hjá verandi í vinnuni 25% - 75%, eins og í skipanini fyri uppsjóvarfisk og botnfisk á fjarleiðum. Tá ið kvota er ájavnt ella undir markið, verður hetta lutfallið galdandi.
Fer kvota upp um hetta, verður boðið út sum uppboðsárskvota (stutttíðarrættindi). Sostatt verður eisini her talan um somu skipan sum fyri uppsjóvarfisk og botnfisk á fjarleiðum.
Serligar viðmerkingar
Til § 14. Við lógarásetingini verður heimild at bjóða út rættin at veiða ávís botnfiskasløg undir Føroyum. Yvirskipaða endamálið er at geva persónum og feløgum, sum lúka treytirnar, møguleika at útvega sær rættindi at fiska.
Stk. 1 ásetir, at fyri botnfisk í føroyskum sjógvi skal mest loyvda veiða fara upp um ávísar nøgdir í tonsum, ávikavist upp um 15.000 tons av toski, 7.500 tons av hýsu og 40.000 tons av upsa, áðrenn landsstýrismaðurin kann bjóða út rættindi at veiða.
Mørkini eru sett við atliti at, at toska- og hýsustovnarnir eru søguliga lágir, og at eini smidligari tillaging hjá teimum, sum eru í vinnu í dag.
Um heildarkvotan fyri tosk í føroyskum sjógvi fer upp um 15.000 tons, kann tann parturin, sum er oman fyri hetta mark, verða boðin út á uppboði sum sølukvota. Sama er galdandi fyri fiskasløgini hýsu og upsa í føroyskum sjógvi.
Í stk. 4 er ásett, at um rættindi at fiska tosk, hýsu ella upsa í føroyskum sjógvi verða boðin út, skal hetta gerast við, at ein partur verður boðin út til fiskiskap við húki og ein partur til fiskiskap við botntroli. Hesir partar verða settir í sama lutfalli, sum býtið er millum bólkarnar av felags árskvotuni av nevndu fiskasløgum í § 23, stk. 2 í lógaruppskotinum. Við støði í hesum er niðanfyri sett upp, hvussu stórur partur skal setast av til ávikavist húk og botntrol fyri tey trý fiskasløgini. Verða t.d. 600 tons av toski boðin út, skulu 232 tons setast av til trol og 368 tons til húk.
| Toskur | Hýsa | Upsi |
Veiða við botntroli | 39% | 26% | 99% |
Veiða við húki | 61% | 74% | 1% |
| 100% | 100% | 100% |
| | | |
Útboð | 600 | 300 | 1.200 |
Veiða við botntroli | 232 | 79 | 1.192 |
Veiða við húki | 368 | 221 | 8 |
Til nr. 14
§ 22, stk. 2
Her verður mest loyvda veiða fyri høvuðsfiskasløgini í fiskiskapinum eftir botnfiski í føroyskum sjógvi sett. Endamálið við broytingini er, at siga neyvari at tølini í lógaruppskotinum, eru fyri mest loyvdu veiðu í 2018.
Víst verður annars til serligu viðmerkingarnar í framlagda lógaruppskotinum.
Serlig viðmerking til § 15:
Henda lóg verður samtykt, áðrenn ítøkilig vitan um støddirnar á kvotunum (mest loyvdu veiðu, MLV) fyri 2018 er tøk, og áðrenn landsstýrismaðurin hevur ásett rættindi eftir §§ 60 og 61.
Minnilutin mælir tí landsstýrismanninum til at leggja fyri tingið til góðkenningar endaligu heildarkvoturnar fyri tey í § 15 stk. 1 nevndu fiskasløg, so skjótt sum til ber, eftir at MLV fyri somu fiskasløg er ásett.
Islendskir myndugleikar hava gjørt vart við, at ásetingarnar í uppskotinum um útlendskan ognarskap, eru brot á Hoyvíkssáttmálan. Uttanríkis- og vinnumálaráðið metir ikki, at tað ber til at avmarka ognarrættin hjá íslendingum sambært grein 6 stk. 3 í sáttmálanum, tí talan er í stóran mun um nýggjar avmarkingar í ognarrætti, sum ikki vóru í gildi tá Hoyvíkssáttmálin var undirritaður.
Tí er ein orðing sett inn í §9 stk. 3 við tí endamáli, at nýggjar avmarkingar ikki verða settar persónum og feløgum, ið eru fevnd av Hoyvíkssáttmálanum, og hava bústað ella eru heimahoyrandi innan umveldisvídd sáttmálans.
Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum hevur boðað frá, at Føroyar fara at heita á íslendsku stjórnina um at taka upp samráðingar um broytingar í Hoyvíkssáttmálanum.
§19. Stk. 9: Talan er um sveiggjandi inntøkur, ið ikki burturav eiga at fara til rakstur í samfelagnum, og tí mælir minnilutin til, at stórur partur av tilfeingisgjaldinum fer í konjunkturjavnandi búskapargrunn.
Serlig viðmerking til nýtt stk. § 23, stk.3Skiftið frá fiskidagaskipan til kvotur, ið verða ásettar við støði í fiskastovnum, sum eru søguliga illa fyri, fer at kennast møtumikið hjá heimaflotanum. Fyri kortini at gera hetta skifti so smidligt, sum til ber, verður toskakvota og hýsukvota í 2018 latin út um tað, sum mest loyvda veiða ásett eftir § 22, stk. 2 fyriskrivar.
Býtislykilin, sum ásetir egnu kvotapartarnar sbrt § 24, hevur við sær, at ávís skip verða serliga hart rakt í skiftinum frá fiskidøgum til kvotur. Tí verður landsstýrismanninum heimilað at marka ein part av eyka toska- og hýsukvotunum til útjavning til hesi skip.
§25:Minnilutin mælir til at gera tað smidligari at flyta árskvotu tvørtur um ár og skjýtur tí upp at hækka markið til 10 % av egnari árskvotu, sum kann flytast tvørtur um ár, og eisini at fiskast kann upp til 10 % upp um egna árskvotu í einum fiskiári.
Til nr. 15
§ 27, stk. 1
Greinin ásetir, hvussu samlaða fiskidagatalið hjá hvørjum bólki verður sett, fyrsta árið, tá lógin fær gildi. Endamálið við broytingini er at neyvlýsa lógartekstin, so at eingin ivi eru um, at fiskidagatølini eru fyri 2018.
Til nr. 16
§ 29, stk. 1
Talið av fiskiloyvum til fiskiskap undir fiskidagaskipan í bólkunum, sambært § 26, nr. 1 og 2, er talið av fiskiloyvum, ið vóru í gildi 31. desember 2017.
Til nr. 17
§ 32
Skotið er upp, at seta eitt nýtt stk. 4 inn í hesa grein, sum ásetir, at tilsøgnir við heimild í § 8, stk. 4, í lógini um vinnuligan fiskiskap um veiðiloyvi til annað fiskifar í útróðrarflotanum, ið eru veittar í 2017, standa við til 30. juni 2018. Talan eru um eina skiftisreglu, og at geva loyvishavarum eitt sindur longri skotbráð, enn teir tríggjar mánaðirnar, sum ásett er í hesum lógaruppskotinum.
Til nr. 18
§ 33, stk. 1
Málið er, at allur fiskiskapur í føroyskum sjógvi verður skipaður við umsitingarætlanum.
Grundin til at mælt verður til at broyta lógargreinina er, at mett verður at orðingin í upprunaliga uppskotinum kann geva ta fatan, at tað er lógarkrav, at umsitingarætlanir skulu vera gjørdar fyri yvirhøvur at kunna skipa og loyva fiskiskapi. Fyri at eingin ivi skal vera, verður skotið upp, at broyta tekstin so, at tað bert er lógarkrav, at umsitingarætlanir skulu gerast í sambandi við kvotuskipanina og fiskidagaskipanin í botnfiskaveiðini í føroyskum sjógvi, sum eru beinleiðis nevnd í lógini. Broytingin merkir, at tað ikki er lógarkrav, at umsitingarætlanir eisini skulu gerast fyri allan annan fiskiskap eftir botn-fiski og øðrum djórasløgum í føroyskum sjógvi, og at tað skal kunna bera til at skipa og loyva fiskiskapi, hóast ongar umsitingarætlanir eru gjørdar og góðkendar av løgtinginum.
Nevnast skal, at høvuðsfiskasløgini í kvotuskipanini og fiskidagaskipanini í føroyskum sjógvi eru eisini tey fiskasløg , ið Havstovan metir seg at hava neyðuga grundvitan til at stovnsmeta og ráðgeva um. Fyri aðrar fiskastovnar er í løtuni ikki sama grundarlag fyri at gera fullfíggjaðar stovnmetingar. Viðmerkjast skal eisini, at í hesum lógaruppskotinum er ásett mest loyvda veiða og fiskidagatal fyri fyrsta árið, tá lógini fær gildi. Sostatt skulu umsitingarætlanir fyrstu ferð gerast fyri fiskiárið 2019.
Í sambandi við skipan av fiskiskapi, ið ikki beinleiðis er undir skipanini við kvotum ella fiskidøgum, og har ið talan er um fisk og djórasløg, sum eru støðuføst í føroyskum sjógv, kann landsstýrismaðurin nýta somu mannagongd. Við uppskotnu broytingini verður tað tó ikki nakað krav um at landsstýrismaðurin skal leggja uppskot til samtyktar um umsitingarætlan fyri Løgtingið.
§ 42, stk. 3
15 prosent verður broytt til 20 prosent.
Broyting § 42, stk. 3 – at skoyta uppí: Landsstýrismaðurin kann loyva avhending av hægri prosentparti av egnum kvotuparti ella egnari árskvotu, er talan um heilst smáar nøgdir av fiskaslagi.
Minnilutin heldur, at kvotuparturin, sum kann avhendast kann vaksast upp í 20 %. 20 % avmarkingin er ikki skilagóð í mun til smáar nøgdir av fiski, har tað illa loysir seg fyri fleiri at fiska. Fyri at gera tað meiri smidligt og bøta um lønsemið í fiskiskapi eftir smærri nøgdum, skal tað bera til at avhenda alla nøgdina fyri eitt ár í senn.
Til nr. 19
§ 42, stk. 4
Skotið verður upp, at broyta orðingina so tað er greitt, at frávikið í § 42, stk. 4, snýr seg um frávík frá ásetingini um, at bert upp í 20 prosent av egnari kvotu kunnu avhendast fyri eitt ár í senn. Kravið um at avhendingar skulu fráboðast alment er sostatt framvegis galdandi fyri avhendingar millum ymisk fiskifør hjá sama rættindahavara.
Til nr. 20
§ 52, stk. 3
Yvirskipað er hendan áseting framvegis ætlað at forða fyri, at fiskifør ikki er inni í skipanini í stutt tíðarskeið í senn. Mælt verður tó til, at heldur enn at siga, at eitt fiskifar, ið verður strikað ikki kann skrásetast aftur, so verður orðingin , at fiskifarið ikki kann fáa fiskiloyvi aftur at fiska undir føroyskum flaggi, fyrrenn tvey ár eru gingin, frá tí fiskifarið varð strikað. Mett verður, at hendan orðing neyvari sigur, hvat ætlanin er við ásetingini.
§ 60 Stk. 3:Kvota, sambært stk. 1, kann latast til menningarætlanir, sum kunnu stuðla undir virðisøking av sjófeingi í ávísum øki í landinum, har tilgongdin av tilfeingið er avmarkað, ella arbeiðsloysið er stórt samanborið við onnur øki í landinum, ella øki við støðugt minkandi fólkatali.
Til nr. 21
§ 69, stk. 2
Hendan áseting snýr seg um bráðfeingis veiðubann, sum Vørn hevur heimildi at seta á leiðum, har íblandingin av ungfiski er ov stór.
Broytingin ber í sær, at veiðibannið eftirfylgjandi eisini skal lýsast í kunngerðablaðnum. Á henda hátt verður tryggjað, at tað altíð eftirfylgjandi kann skjalfestast við hesi formligu lýsingini, hvørji veiðibann hava verið lýst. Tørvur kann t.d. vera á hesum í sambandi við eitt rættarmál. Tað verður tó altíð tann almenna lýsingin frá Vørn, sum er avgerandi fyri, nær bráðfeingis veiðibannið kemur í gildi.
Til nr. 22
§ 71
Broytingin leggur upp til at verandi orðing “treytað av trygd og trúnaði” verður sett inn í greinina í uppskotinum. Tað var ikki tilætlað at hendan orðing, sum er í verandi lóggávu, løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, skuldi takast út. Orðingin verður tí nú sett inn aftur.
Til nr. 23
§ 79, stk. 2
Lagt verður upp til at gera tillaging í lógartekstinum sum strikar orðingina um, at rættindahavarin ikki kann reka vinnuligan fiskiskap í tíðarskeiðinum, ávísu rættindini eru inndrigin. Mett verður at talan er um eina ov harða og ikki tilætlaða revsing, um rætturin at fiska við øðrum skipum eftir øðrum veiðirættindum eisini skal fella burtur í tíðarskeiðinum. Við hesi tillaging er ásetingin tó framvegis, at rættindahavarin kann ikki reka vinnuligan fiskiskap eftir teimum veiðirættinum, sum brotið snýr seg um. Skipið, ið brotið er framt við, kann ikki reka vinnuligan fiskiskap, heldur ikki um skipið verður selt øðrum eigara, og veiðirættindi latin skipi í fiskiloyvi kunnu ikki latast øðrum til fiskiskap í hesum tíðarskeiði. Víst verður annars til serligu viðmerkingarnar í framlagda lógaruppskotinum.
Til nr. 24
Talan er um at gera broyting, soleiðis at fiskiveiðieftirlitið, verður stavað við lítlum byrjunarbókstavi.
Við hesum broytingum tekur minnilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
Vinnunevndin, 3. juli 2017