Her er lutakastið til 1/8 finalurnar

Champions League: Lutakastið til 1/8 finalurnar hevur verið í dag

Lutakastið til 1/8 finalurnar í Champions League hevur verið í dag. Í fleiri førum er talan um spennandi uppgerðir á pappírinum, men tað verður nokk ikki fyrr enn í fjórðingsfinslaunum, at talan verður um tær heilt stóru uppgerðirnar.

 

Verandi vinararnir, Manchester City, møta danska FCK. Real Madrid skal til týsklands at spæla móti RB Leipzig, meðan ein annar favorittur, Bayern München, skal møta Lazio.

 

Arsenal, sum enn ongantíð hevur vunnið Champions League, tykist av álvara at bjóða av. Teir møta FC Porto. PSG bleiv nummar tvey í bólkinum, men slapp undan teimum stóru av vinnarunum. Tað endaði Real Sociedad.

 

Inter fekk Atletico Madrid. Her talan um tvey feløg við sterkari verju. Napoli møtir FC Barcelona og PSV fær vitjan av Borussia Dortmund.

 

Dystirnir verða í feburar og mars mánaði.

 

Champions League 1/8 finalur:

 

FCK – Manchester City

 

RB Leipzig – Real Madrid

 

Lazio – Bayern München

 

FC Porto – Arsenal

 

PSG – Real Sociedad

 

Inter – Atletico Madrid

 

Napoli – FC Barcelona

 

PSV – Borussia Dortmund