Her er rætti teksturin til »Góði jólamaðurin«

Um ein leitaði á netinum eftur tekstinum til sangin hjá Teimum av Kamarinum Góði Jólamaðurin, so kom ein og sama útgáva fram, men hendan hevði nógvar villur í tekstinum.

Í mong ár hevur tað verið so, at um ein leitaði á netinum eftur tekstinum til sangin hjá Teimum av Kamarinum Góði Jólamaðurin, so kom ein og sama útgáva fram, men hendan hevði nógvar villur í tekstinum.

 

Fyri nøkrum árum síðani fóru ymsir tónleikarar at gera ábøtur og royna at fáa rætta tekstin fram. Ymiskt varð broytt, men tó vísti tað seg, at okkurt lá eftir.

 

Nú hevur guitarleikarin Ólavur Jakobsen, ið er sonur Eyðbjørn av Kamarinum, fingið síðstu snøklarnar á pláss, so rætti teksturin til jólaklassikaran hjá Teimum av Kamarinum nú er tøkur.

 

Eg havi verið hjá øllum systkjunum. Jákup, hin yngsti, minnist væl, at tey hugsaðu um ein lættari jólasang, tí Mariu Sonur, Mary Boy Child, var longu týddur av Johan Nielsen. Onkur teirra nevndi so Jolly Old Saint Nichola. Tað kom beinanvegin gongd í týðingina og vóru tey mestsum øll í hesum. Eg minnist sjálvur, at tey sótu í íbúðini hja okkum úti á Kamarinum og fínpussaði tekstin. Og vandu. Tað gjørdu tey nógv. Minnist einamest klokkuspælið, ið vit børn ikki sluppu at nerta. Tað lántu tey frá Poul Engberg Poulsen til høvið. Øll systkini vóru um tekstin. Tað vil siga Áslakku, Nicolina, Eyðbjørn, Ingolf og Jákup, sigur Ólavur Jakobsen.

 

Javnan kemur fyri, at sangtekstur við villum koma í umferð á netinum, og tá kann vera trupult at venda aftur á beint, men nú er so ein roynd gjørd at fáa rætta tekstin til henda føroyska jólasangin í umferð, og vónandi hjálpir henda bøtandi hond:

 

 

 

Góði Jólamaðurin

 

orð og lag: Tey av Kamarinum - Amerikanskt lag

 

 

 

1. Góði jólamaðurin, lán mær oyra títt

 

sig ei fyri eini sál, hvat er ynski mítt,

 

Jólakvøld nú verður brátt, sig mær um tú kann,

 

tí eg fegin vita vil, hvat eg fáa mann.

 

 

 

2. Ver nú ikki ótolin, bíða bert eitt bil,

 

um øll skulu vita alt, verður einki skil.

 

Jólaaftan er í nánd, bíða bert við tol,

 

til eg komi dettandi niður ígjøgnum skorsteinshol.

 

 

 

3. Sleðuna tú finnur fram, skundar tær avstað,

 

veit at børn, ið vænta teg, verða øll so glað,

 

tá tú kemur ferðandi gjøgnum kavafok,

 

sleðan er av góðgæti og gávum fylt á rok.

 

 

 

 

 

4. Tá ið klokkan verður tólv, og vit sova væl,

 

kemur tú her inn á gátt, gávur geva skal.

 

Hosurnar tá finnur tú, hangandi á rað

 

mín hon verður minst av teim, gloym tú ikki tað

 

 

 

5. Jógvan ynskir skíðufjøl, Anna bust og spegl,

 

Sámal ynskir sær ein bil, Jón eitt skip við segl.

 

Tá vit hava fingið tað, okkum líkar mest,

 

góði jólamaðurin, tú manst vita best.

 

 

 

http://www.teyavkamarinum.com/

 

 

 

Almenna útgávan frá 1971, júst sum tey sungu sangin. Eisini við onkrum skálavíks/havna-málføri, sigur Ólavur Jakobsen.

 

Sangurin hoyrist her:

 

Góði Jólamaðurin - Tey av Kamarinum - 1971 - YouTube