Her eru hálvfinalurnar hjá kvinnunum

Eftir síðsta umfar í bólki 2 er greitt, hvørji lið hittast í hálvfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum.

Savnsmynd

Stórur spenningur var undan teimum seinastu dystunum í bólki 2 í steypakappingini hjá kvinnum. Í Vági tók VB ímóti H71, meðan Kyndil og VÍF hittust í høllini á Hálsi. Dysturin í Vági byrjaði klokkan 15, meðan tann í Havn byrjaði klokkan 19.

 

Undan dystunum var støðan tann, at Kyndil hevði fýra stig, VÍF og VB tvey stig, meðan H71, sum spælir í næstbestu deildini, hevði 0 stig.

 

VB var stórfavorittur á heimavølli ímóti H71, og sum væntað vunnu vágbingar eisini trivaligan sigur. Úrslitið gjørdist 29-18 til VB eftir hálvleiksstøðuna 17-9.

 

Hetta merkti, at VB kom víðari úr bólkinum, um VÍF ikki vann ímóti Kyndli. Hóast stóra sigurin hjá VB, so hevði VÍF framvegis betri málmun enn vágskvinnur, og tí vóru tær gulu fullgreiðar um, hvat skuldi til fyri at vinna seg í hálvfinaluna.

 

Og hóast Kyndil vanliga plagar at vera eitt sterkt heimalið, so var tað VÍF, sum var væl betra liðið í dystinum, ið endaði fyri løtu síðani. VÍF vann dystin 28-22. Hálvleiksstøðan var 11-8 til VÍF.

 

Endaliga støðan í bólki 2 gjørdist hendan:

 

1. Kyndil - 4 stig - +27 í málmuni 

2. VÍF - 4 stig - +22 í málmuni

3. VB - 4 stig - +5 í málmuni

4. H71 - 0 stig 

 

Hesi liðini hittast í hálvfinalunum hjá kvinnum: StÍF-VÍF og Kyndil-Neistin.

 

Málskjúttarnir frá dagsins dystum í bólki 2 kunnu síggjast niðanfyri: 

 

VB-H71 29-18

 

VB: Helga Kjærbo 7, Una Nolsøe 6, Gurið K. Mortensen 5, Ingrida Kuyodyte 4, Rúna M. Joensen 3, Danijela Mistric 2, Bára K. Mortensen 1 og Bjarta Hergeirsdóttir 1.

 

H71: Maria Halsdóttir Weyhe 13, Durita Toftum Joensen 4 og Ása Krossteig Hansen 1.

 

 

Kyndil-VÍF 22-28

 

Kyndil: Turið Arge Samuelsen 6, Súna K. Hansen 4, Anna Brimnes 3, Gudrun Restorff 3, Irena Dam 2, Bára Krossteig Hansen 2, Súsanna Petersen 1 og Bjarta Johansen 1.

 

VÍF: Marianna Holm Jacobsen 10, Kathe Frederiksen 4, Beinta Sveinbjørnsdóttir 4, Agnas Olsen 4, Brynja Rógvadóttir 3, Daniella Joensen 2 og Ronja Johannesen 1.

Savnsmynd

Savnsmynd

Savnsmynd

Savnsmynd

Savnsmynd