Føroyska landsliðið vandi fyrr í dag í sólini á Tórsvølli undan HM-undankappingardystinum móti Ísrael í annaðkvøld. Stóra søgan er, at báðir bakkarnir í vinstru - Viljormur Davidsen og Ári M. Jónsson – eru endaðir í sóttarhaldi, eftir at teir komu til landið við sama flúgvara.
Håkan Ericson hevur síðani innkallað Daniel Johansen úr HB til hópin. Her hyggja vit nærri at teimum møguleikunum, sum Håkan Ericson hevur á vinstra bakki.
1: Gilli Rólantsson
Trongisvágsingurin hevur nógvar av teimum seinastu landsdystunum spælt á høgra bakki, men hann hevur eisini royndir á vinstra bakki, og á vinstra vongbakki. Hann spældi millum annað ein framúr dyst móti Sveis í 2016 á vinstra bakki.
Hann hevur eisini spælt á vinstra bakki fyri eitt nú B36 og AaB. Hann spælir í dag á høgra vongi hjá Odd, men hevur eisini spælt á vinstra vongi. Verður Gilli á vinstra bakki, so verður tað helst Heri H. Mohr á høgra bakki. Tá kundi Håkan Ericson eisini havt úttikið Jóannes K. Danielsen sum varamann til høgra bakkin, meðan Gilli Rólantsson og Daniel Johansen vóru á vinstra bakki.
2: René Shaki Joensen
Fjølmiðlarnir fingu loyvi at síggja fyrstu løtuna av venjingini. Her var ein lítil partur av venjingini har fýra mans tóktust standa í eini fýraketu. Einu løtuna vóru fýra verjuspælarar við René Shaki Joensen í vinstru.
René Shaki Joensen er fjølbroyttur spælari, sum eisini kann spæla á bakkinum. Hann er skjótur og stekur í ein móti einum støðum. Tí er hann eisini eitt boð til vinstra bakkin. Hartil hevur René Shaki Joensen eisini væl av landsliðsroyndum.
3: Daniel Johansen
Hetta er nokk djarvasta valið, men samstundis tað valið, ið órógvar minst. Ein vinstri bakkur inn fyri ein vinstra bakk. Daniel Johansen hevur sína heilt stóru styrki í álopsspælinum og við bóltinum. Í so máta líkist hann Viljormi Davidsen í spælistíli, men hevur sjálvandi ikki royndirnar hjá superligabakkinum. Við Daniel Johansen á vinstra bakki fært tú ein vinstra beintan vinstra bakk, sum til dagligt spælir á vinstra bakki.
Føroyar spæla í annaðkvøld klokkan 19.45 móti Ísrael á Tórsvølli. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum. FM1 byrjar við upptakt longu klokkan 15.