Her sært tú gongutúrin hjá Portugal

Video: Her ber til at síggja gongutúrin tá Cristiano Ronaldo legði mynd út av sær og Føroyum á teir sosialu miðlarnar

Portugal og Cristiano Ronaldo hava fylt nógv í Føroyum hesar seinastu dagarnar. Nærum ongantíð áður tykist áhugin at hava verið so stórur rundanum ein landsdyst, sum hann var til dystin í gjárkvøldið, tá Føroyar spældu ímóti evropameistarunum úr Portugal.

Tíverri gjørdist talan um eitt vónbrot tá hugsað verður um úrslitið, tí Føroyar taptu sum kunnugt 6-0 ímóti Portugal.

Undan dystinum í gjár legði Cristiano Ronaldo mynd út á allar sínar sosialu miðlar, har Havnin sást í bakgrundini.

Les eisini: Ronaldo og Havnin

Omanfyri ber til at síggja videobrot frá gongutúrinum hjá portugisiska landsliðnum uttanfyri Hotel Føroyar í Havn. Tað er Portugisiska Fótbóltssambandið, ið hevur gjørt upptøkurnar, og sum hevur lagt tær út á Facebook.