Tórshavnar Býráð hevur nú gjørt av hvar í Havnini, tríggir stovnar til bústaðir hjá Almannaverkinum skulu vera. Talan er um eitt nýtt Barnaheim, eitt sambýli til fólk við menningartarni og eitt bú- og umlættingarheim til børn og ung við autismu.
Almannaverkið hevur søkt Tórshavnar Kommuna um trý grundstykki til endamálini, og eftir at hava kannað fleiri grundstykki runt umkring, hevur Almannaverkið valt tey trý stykkini, har tey halda at tað er best at byggja. Og nú hevur ein meiriluti í býráðnum samtykt, at játta teimum stykkini.
Sostatt er tað greitt, at nýggja Barnaheimið verður bygt Millum Gilja í Hoyvík, har eitt stykkið upp á 8000 fermetrar skal setast av til endamálið, og barnaheimið verður 2000 fermetrar í tveimum hæddum. Innkoyringin til nýggja barnaheimið verður av Flatarvegnum.
– Eitt barnaheim hóskar seg væl í einum øki, sum longu er merkt av at vera bústaðarøki við nógvum barnafamiljum, samstundis sum tað liggur eitt sindur fjalt í dalinum aftan fyri raðhúsini Millum Gilja. Somuleiðis er økið sera náttúruvakurt, við stórum grønum øki runt um, sigur umsitingin hjá býráðnum.
Sambýlið fólk við menningartarni verður eisini í Hoyvík, nevniliga í Klingruni, og heimið til børn og ung við autismu verður í Kvíggjartúni á Argjum, har eitt stykkið upp á einar 10000 fermetrar er tøkt til endamálið.
Býráðslimir eru samdir um at lata stykkið í Klingruni til sambýlið til fólk við menningartarni og stykkið í Kvíggjartúni til børn og ung við autismu.
Men Heðin Mortensen, Halla Samuelsen, býráðslimir fyri Javnaðarflokkin, og Annfinn Brekkstein býráðslimir, vilja ikki vita av einum barnaheimi Millum Gilja.
Heðin Mortensen heldur, at barnaheimið er so stórt, samstundis sum tað skal byggjast upp fyri stovuvindeyguni hjá fólki, sum hann tekur til. Sostatt fer tað at taka nógv av sólini frá teimum, sum búgva har.
Hann mælir heldur til, at barnaheimið fær eitt stykki Yviri við Strond at byggja á. Tí er tað skeivt at leggja Barnaheimið Millum Gilja, leggur hann afturat.
Men býráðslimirnir í meirilutanum halda fast um ætlanina at byggja Millum Gilja, tí tey vísa á, at tað er neyðugt at bera skjótt at og tey halda, at her er tað fyrst og fremst børnini, tað snýr seg um.
Annika Olsen, borgarsthóri, vísti á, at tað eru eisini aðrar kommunur sum liggja framvið at fáa barnaheimi, og hon heldur at tað er teirra skylda at lata tey fáa hetta stykkið, so at tey framhaldandi sleppa at vera í Havn, her tey eru von at vera. Men hon heldur samstundis, at sjálvandi skal hugsast um at byggja soleiðis, at tað er til so lítlan ampa sum gjørligt.
Og tað endaði eisini við, at ein meiriluti í býráðnum samtykti at lata stykkið Millum Gilja til barnaheim.