Gamla Royndarstøðin í Hoyvík skal verða løgmanssetur í Føroyum. Tað var ein ætlan, undanfarna samgonga arbeiddi við. Og Jenis av Rana, fyrrverandi landsstýrismaður í mentamálum, sigur, at hann vónar, at hendan samgongan arbeiðir víðari við ætlanini.
Ofta hevur verið havt á máli, at løgmaður eigur at hava tignarlig hús til taks. Og spurningurin um at gera eitt veruligt løgmanssetur til Føroya Løgmann er nú kyknaður upp aftur.
Hetta er eitt mál, sum hevur verið frammi við jøvnum millumbili. Einaferð varð tosað um at gera Kommandørhúsið Yviri við Strond til løgmanssetur, men nú er tað Hotell Havgrím. Eina aðru ferð varð tosað um at gera løgmanssetur í Sandavági, har løgmanssetur annars var í 261 ár frá frá 1555 til 1826.
Og í 2005 var eitt álit skrivað um at gera løgmanssetur í Hoyvik. Har verður víst á, at var tað mett at vera neyðugt við løgmanssetri í gomlum døgum, er tað ikki minni neyðugt í dag.
Tað er tí ikki uttan grund, at tað í øðrum londum er vanligt, at forsætisráðharrar og forsetar landsins ráða yvir serligum bústaði. Hetta eru tignarligir bygningar, ið ovasti landsins kann nýta sum bústað, at taka ímóti gestum og at halda fundir á høgum stigi. Við hevd í aldagamlari siðvenju verður tátturin við løgmanssetri nú tikin uppaftur, so løgmaður Føroya kann hava samsvarandi møguleika og felagar hansara uttanlands.
Jenis av Rana sigur, at hetta var ein ætlan, tey høvdu tikið upp aftur, og sum tey heilt ítøkiliga arbeiddu við. Tey høvdu longu havt tann fyrsta fundin um ætlanina, og fundur skuldi vera við allar floksformenninar - men so skrivaði løgmaður val út.
##med2##
Jenis av Rana sigur, at ætlanin er at gera garðin í Hoyvík til løgmanssetur, og so skuldi umisitingin hjá Tjóðsavninum, sum heldur til har, flyta oman í Sanatoriibygningin í Hoydølum.
– Tað er ein fantastiskt ætlan, og eg vil biðja samgonguna um vælsignaða at halda fram við tí, segði Jenis av Rana av tingsins røðarapalli hendan dagin.
Jenis av Rana sigur, at hetta er ikki ein serliga dýr ætlan fyri landskassan, tí sanatoriibygnurin er av so stórum virði, at tað eru fleiri grunnar uttanlands, sum eru sinnaðir at fíggja tað, hóast tað er dýrt.
Aksel V. Johannesen, løgmaður sigur, at hetta er ikki ein spurningur, sum er nevndur í hesi samgonguni yvirhøvur, so hetta fær hann ikki sagt nakað um beint nú.