Her vinnur NSÍ stórsigur á EB/Streymi

Video: Her ber til at síggja samandrátt frá dystinum millum NSÍ og EB/Streym í dag

NSÍ hevur fingið eina flúgvandi byrjan uppá Effo-deildina í 2015. Í tveimum royndum hava runavíkingar fult stigatal, við sannførandi málúrtøkuni 11-2.

Í dag vann NSÍ sannførandi 5-1 sigur móti EB/Streymi. EB/Streymur hevði tað í dag heldur trupult við at liva upp til frálíka avriki í seinastu viku, tá teir óvæntað spældu 1-1 á útivølli móti føroyameistarunum úr B36.

Liðskiparin og stórskjúttin á NSÍ liðnum, Klæmint Olsen, er í stórformi. Hann er í tveimum dystum, skrásettur fyri heili fimm mál.

Omanfyri ber til at síggja samandrátt frá dystinum, sum Jóhan Thomsen hevur tikið upp.

NSÍ – EB/Streymur 5-1 (1-1)

1-0 Sjálvmál

1-1 Rasmus Dan Sørensen

2-1 Árni Fredriksberg

3-1 Klæmint A. Olsen

4-1 Klæmint A. Olsen

5-1 Meinhard E. Olsen