Komandi sunnudag, hin 9. mars klokkan 14.30, skipar skótaliðið Royndin fyri grækarismessuhaldi við minnisvarðan í Vági.
- Skótar og úlvar ganga skrúðgongu klokkan 14.15 úr Skótahúsinum og oman til minnisvarðan, har Heri Mortensen (Heri hjá Kissaba) heldur røðu.
Í Vágs kommunu siga tey, at Heri er vágbingur og hevur verið ein av fremstu svimjarum, umframt at hann eisini hevur verið íðin innan kappróður.
- Sangkórið Ljómur fer at luttaka við kórsangi og felagssangi, og eftir sjálvt haldið bjóðar skótaliðið ein drekkamunn í Miðlatúni.
Í Vágs kommunu lata tey heilsa og siga, at øll eru hjartaliga vælkomin til grækarismessuhaldið í Vági.