Heri úr Týr svarar Fox News

Heri Joensen úr Týr svarar greinini, sum Sea Shepherd sníkti inn í Fox News mikudagin.

Mikudagin ”avdúkaði” Fox News føroyska grindadrápið. Teir søgdu seg hava fingið loyniligar myndir frá Sea Shepherd limum, sum høvdu verið í Føroyum og latið, sum um tey vóru ferðafólk fyri at fáa myndir av ræðuleikunum, sum ganga fyri seg í Føroyum hvørt summar.

 

Les eisini Fox News avdúkar føroyskt grindadráp

 

Nú svarar Heri Joensen, sangari í bólkinum Týr, aftur.

 

 

Týr er millum teirra, sum hava merkt sviðan av útlendskum boykotti av føroyskum vørum, og tí hevur Heri Joensen fleiri ferðir áður gjørt smá videobrot, har hann verjir føroyska grindadrápið.

 

Heri Joensen vísir á fleiri skeivleikar í greinini, millum annað, at grindadrápið byrjaði seinast í 16. øld.

- Hetta passar ikki. Almennu hagtølini ganga aftur til 1584. Grindadrápið sjálvt er allarhelst frá tíðini, tá víkingar settu búgv í Føroyum, onkuntíð í 8. øld, sigur Heri Joensen.

 

Hann sigur eisini, at tað er nakað tvætl, at hetta eru loyniligar myndir og at Sea Shepherd limirnir mugu fjala seg. Alt gongur fyri seg opið, sigur hann.

- Grindadrápið er alment, hagtølini eru almenn og myndir eru á síðunum hjá nógvum føroyingum. Eg havi sjálvur verið til fleiri grindadráp seinastu tíðina, og bæði føroyingar og útlendingar taka myndir uttan at krógva tað, sigur hann.

 

Heri Joensen vísir á, at hóast greinin er litað av sjónarmiðunum hjá Sea Shepherd, so vísa viðmerkingarnar undir greinini í stóran mun stuðul til føroyingar.

 

Heri Joensen sigur at enda, at veruliga endamálið er ikki at steðga føroyska grindadrápinum, men at fíggja lívsstílin hjá Paul Watson, ella captain Walrus (roysningur), sum hann kallar hann.