Tað er siðvenja at hetta er táttur í Oyggjaleikunum, skrivar ÍSF.
Hesaferð varð gjørt av at hittast kvøldið undan, at leikirnir byrja av álvara, og øll, bæði fjølmiðlafólk og ÍSF umboð, fara í hvør sína ætt at røkja tær uppgávur tey hava, og tí møguliga ikki síggjast aftur fyrr enn leikirnir eru loknir.
Á hugnaløtuni varð Heri Simonsen, fjølmiðlamaður við serligum tokka til ítrótt, heiðraður við gullnál ÍSF.
Gullnálin verður m.a. givin teimum, ið hava gjørt eitt munagott arbeiði til frama fyri føroyskan ítrótt.
Heri hevur gjøgnum nógv ár skrivað, varpað út og greitt frá føroyskum ítrótti. Við ótroyttandi ágrýtni hevur hann greitt frá stórum og smáum, fingið fólk inn í útvarpsstovuna at siga frá og sjálvur leitað sær út fyri at nema sær størri kunnleika um hvat fyriferst innan ítróttaheimin.
Hann hevur varpað ljós á tað, ið fyriferst hjá ymsu ítróttagreinunum, og hevur eisini verið við at bera út kunnleikan um strategiina hjá ÍSF 2022-26, har felagsmálini eru:
- Øll skulu við
- Fjálga um sjálvboðin
- Ítróttagleði fyrst og fremst
- Styrkja úrvalsumhvørvini.
Við prátum við fyriskiparar og ítróttafólk hevur hann millum annað vakt ans fyri Skúlaleikum og Føroyaleikum.
Heri hevur við ídni sínum økt um kunnleikan til føroyska ítrótt. Ikki bert í Føroyum, men eisini uttan fyri landoddarnar. Hann hevur í arbeiði sínum fingið nógvar útlendskar vinir og kenningar, eisini í oyggjaleikahøpi, og hevur tí kunna sagt teimum frá, hvat fyriferst í Føroyum, eins og hann hevur borið okkum tíðindi og søgur frá oyggjaleikavinum okkara.
– Hartaliga tillukku við gullnál ÍSF, skrivar ÍSF.