Hesar eru íløgurnar

Í ár verða næstan tvær milliardir gjørdar í íløgum í ymiskar byggiverkætlanir. Íløgurnar verða gjørdar í alt frá uppsjóvarvirki til fótbóltshús, skúladeplar og svart asfalt. Á hesum síðum er eitt yvirlit yvir hvar tað almenna og privata ger sínar íløgur í ár

Umleið 1,8 milliardir krónur í íløgum. Tað er upphæddin, sum tað almenna og privata fer at brúka upp á byggiverkætlanir í ár. Tølini á hesum síðum eru upphæddirnar, sum verða brúktar til íløgur í ár, men fyri fleiri av verkætlanunum er tað galdandi, at tær ganga yvir fleiri ár – og tískil skulu nógv fleiri pengar brúkast.
Skúladepilin í Marknagili er ein verkætlan, sum kostar omanfyri 500 milliónir krónir yvir fimm ár. Hann skal ætlandi ikki verða liðugur fyrr enn í 2016, og av tí stívliga hálvu milliardini, sum skal brúkast har tilsamans, verða 149 milliónir brúktar í ár. Bakkafrost er eitt annað dømi um eina fyritøku, sum ger stórar íløgur, ið fevna yvir fleiri ár. Tilsamans 1,1 milliard hevur Bakkafrost sett av frá 2013 til og við 2017, har av 280 milliónir verða brúktar í ár. Av íløgunum, sum verða gjørdar í ár, verða 110 milliónir brúktar upp á ein sonevndan brunnbát.
Hinvegin eru fleiri verkætlanir, sum bæði byrja og enda í ár. Pelagos í Fuglafirði brúkar 200 milliónir krónur til at byggja uppsjóvarvirki, sum skal byrja sítt virksemi tann 1. juli. Politistøðin í Havn, sum er ein fyribilsloysn, skal eisini standa liðug í ár. Har meta tey, at fyribilsloysnin kemur at kosta 35 milliónir krónur.

Fleiri millardir næstu árini
Á hesum síðum hava vit einans hugt eftir íløgunum, sum verða gjørdar í ár. Hyggja vit nøkur ár fram, eru sanniliga eisini nógvir pengar, sum eru settir av. Leiðslan í SEV sigur, at teirra virksemi og íløgur næstu árini fer at líkjast 2014. Í ár brúka teir slakar 400 milliónir, og soleiðis er skjótt at koma eftir, at gera teir íløgur fyri áleið tað sama í 2015 og 2016, so er talan um íløgur omanfyri milliardina. Landsverk fer somuleiðis at brúka omanfyri milliardina til íløgur komandi árini, og taka vit stóru tunnilsverkætlanirnar við, Sandoyartunnilin og Eysturoyartunnilin, sum kosta tvær milliardir tilsamans, so hava vit bara við hesum omanfyri fýra milliardir.
Tað almenna – bæði landið og kommurnar – koma eisini at gera stórar íløgur, sum ikki eru nevnd her. Tað sama ger seg galdandi fyri tað privata. Tískil ber til til at staðfesta, at bara tey næstu fáu árini verða íløgur á nógvar milliardir gjørdar í føroyska samfelagnum.
Og tá er alt virksemið, sum er knýtt at oljuleitingini á føroyska landgrunninum ikki íroknað. Í apríl skal áttandi brunnurin borast liðugur, og í summar skal níggjundi brunnurin borast. Hetta er mett at kosta 1,5 milliardir.