Hesi spæla steypafinalu í fótbólti

- KÍ er best umboðað á finaludegnum í fótbólti, sum verður um ein mánað.

Um ein lítlan mánaða, vikuskiftið 23. og 24. august verður Tórsvøllur karmur um ársins steypafinalur, bæði hjá gentum og dreingjum, og kvinnum og monnum.

 

 

Áðrenn seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verða spældar, er longu greitt, at KÍ er best umboðað í ársins steypafinalum. Higartil hava klaksvíkingar spælt seg í fýra finalur og hava framvegis møguleika fyri at fáa 5. liðið í eina steypafinalu í hesum kappingarárinum.

Steypafinalurnar í ár verða spældar eftir sama leisti sum í fjør, tá Fótbóltssamband Føroya skipaði fyri einum stórum finaluvikuskifti á Tórsvølli í Havn. Tvær finalur verða spældar fríggjakvøldið 23. august, meðan fimm steypafinalur verða spældar leygardagin 24. august.

 

Fríggjakvøldið 23. august:

U17 gentur: KÍ-Víkingur (Mótasteypið)

U18 dreingir: KÍ-EB/Streymur/Skála (Thomas Dam & Co steypið)

 

Leygardagin 24. august:

U16 dreingir: HB-NSÍ (Blaðberasteypið)

U14 dreingir: HB-NSÍ (Cadbury steypið)

U14 gentur: KÍ-B68 (Eilif Arge steypið)

Kvinnur: KÍ-ÍF

Menn: KÍ ella EB/Streymur-Víkingur ella NSÍ