Ítróttarstjórin í Barcelona, Pep Segura, er í gjár siteraður fyri at hava sagt, at Barcelona er á gáttini at keypa Philippe Coutinho frá Liverpool og Ousmane Dembele frá Borussia Dortmund. Samlaði prísurin skal liggja upp ímóti tveimum milliardum krónum.
FC Barcelona tapti í gjár 2-0 fyri Real Madrid í seinna stórsteypadystinum og liðið er nærmast í kreppu, eftir at Neymar bleiv seldur fyri 1,65 milliardir krónur til PSG. Dysturin í gjár var enn eitt greitt tekin um, at liðið ikki hevur tað gott í løtuni.
Les eisini: Liverpool heldur fast í Coutinho
Eftir dystin segði ítróttarstjórin hjá Barcelona, Pep Segura, at felagið í løtuni er í samráðingum við Philippe Coutinho og Ousmane Dembele, og at hann vónar at síggja teir báðar í eini Barcelona-troyggju í næstum.
Les eisini: Hesir skulu avloysa Neymar
Tað kemur illa við í Liverpool, sum ongan áhuga hevur í at selja ein av lyklaspælarunum, eftir at felagið aftur er í Champions League – tó at teir ikki hava vunnið seg í bólkaspælið enn. Spanskir miðlar siga seg vita, at Philippe Coutinho hevur latið inn flytingarumbøn og ikki ynskir at spæla fyri Liverpool.
Somuleiðis er franski Ousmane Dembele komin í ónáðir í sínum týska felagi. Hann hevur fingið bót fyri ikki at møta til venjing. Borussia Dortmund hevur eisini boðað frá, at felagið hevur sagt nei til tvey boð frá Barcelona upp á dribblisterka fraklendingini.
Samanlagda stórtapið og vánaliga spælið móti Real Madrid hevur økt trýstið á leiðsluna í Barcelona, har forsetin - Josep Maria Bartomeu – er í mótvindi, tí áskoðararnir vilja hava hann frá. Okkurt bendir í løtuni á, at Barcelona leggur nógv fyri, at fáa Philippe Coutinho og Ousmane Dembele til Barcleona.