Hósdagin eru liðin 25 ár, síðani telduforritið Photoshop varð lagt fram fyri almenningin fyrstu ferð.
Photoshop er forrit at viðgera talgiltar myndir, og forritið hevur eisini skapt hugtakið at ”photoshoppa” eina mynd – tað er at viðgera hana, eftir at hon er tikin.
Tá ið Photoshop varð víst fram fyrstu ferð, var myndin omanfyri brúkt sum dømi um, hvussu ein mynd kundi viðgerast.