Hetta er tað besta summarið nakrantíð

Hesi seinastu tíggju árini hevur vøksturin verið yvir 100 prosent

Hetta summarið hevur verið tað besta summarið nakrantíð hjá hotellunum kring landið. Tað var í 2013, at Hagstovan fór at gera upp, hvussu nógv fólk gista á hotellunum kring landi, og síðani tá er talið á ferðafólki meiri enn tvífaldað.

 

Hagstovan sigur, at í summar, tað er í juni, juli og august, vóru 97.315 gistinætur á hoptellunum kring landið. Og tað er meiri enn tvær ferðir so nógv sum summarmánaðirnar í 2013, tá ið talið var 44.000 gistinætur.  Hetta er eisini eini 32 prosent, ella 23.300 gistinætur fleiri enn í juni, juli og august í fjør.

 

Gistinætur er, hvussu nógv fólk gista á hotellunum, og hvussu leingi tey gista. Gista 10 fólk í tríggjar nætur, eru hetta 30 gistinætur. Hagstovan sigur eisini, at talið á gistináttum hjá føroyingum og dønum er á leið tað sama sum í fjør, men gistinæturnar hjá fólki úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark, eru meiri enn tvífaldaðar. Gistinæturnar hjá fólki, sum ikki eru føroyingar og danskarar, eru 6.000 fleiri í summar, enn tær vóru á sumri í 2019 tá ið tær settu met.

 

##med2##

 

Men tølini hjá hagstovuni vísa eisini, at tað eru gistingarhúsini í Havn, sum fara við øllum vøkstrinum, tí lítið og eingi fellur niður á gistingarhúsini á bygd. Í summar hava bara 4.964 gistinætur verið á gistingarhúsunum uttan fyri Havnina. Tað eru nøkur hundra meiri enn í 2014, tí árini frá 2015, til korona fór at ganga í 2020, vóru væl fleiri á gistingarhúsunum á bygd, men tey hava bara vunnið ein part av tí inn aftur, sum tær mistu í koronu-tíðini.