Annika Olsen hevur gjørt størsta rán ímóti kommununum sum nakrantíð er gjørt í søguni. Tað heldur Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin.
Nú fíggjarætlanin fyri Tórshavnar Kommunu var til umrøðu í Tórshavnar Býráði, vóru Tróndur Sigurðsson og Annika Olsen í orðadrátti um útreiðslurnar hjá kommununi.
Í hesum sambandi vísti Tróndur Sigurðsson á, at í 2015 kostaði Tórshavnar Kommuna 633 milliónir at reka, men næsta ár fer hon at kosta 778 milliónir. Tað er ein rakstrarhækking upp á 145 milliónur upp á hesi fáu árini. Og tað heldur hann er rættiliga djarvt, tí hann vísir á, at hesar góðu tíðirnar, sum nú eru, fara ikki at halda fram – og tað eru øll greið yvir.
– Í hesum sama tíðarskeiði eru inntøkurnar av kommunuskattinum hækkaðar úr 705 milliónum, upp í 800 milliónir, ella 95 milliónir, sigur Tróndur Sigurðsson. Og hann heldur, at verður hetta gongdin, at so nógvir pengar verða brúktar í bestu tíðum, verður tað ikki lukkuligt at standa við endan, tá ið tíðirnar versna aftur.
Hann heldur tískil, at tað er hevur altavgerandi týdning, at raksturin verður tálmaður og at fíggjarpolitikkurin er varligur. Og hann heldur ikki, at tað er forsvarligt at hækka rakstrarútreiðslurnar so nógv, sum hetta. Hann heldur somuleiðis, at tað fer at gera enda á kommunum, at tær yvirtóku eldraøkið, fyrst verða tað tær smærru kommununurnar kring landið, sum hokna undan, og so verða tað tær størru.
Hann vísir eisini á, at nógvar kommunur, eisini Tórshavnar Kommuna, brúka nógv meiri upp á eldraøkið, enn tær fáa í endurgjaldi frá Landinum. Og hetta er støðan, nú vit hava bestu tíðir í Føroyum nakrantíð, er ikki ringt at hugsa sær til, hvussu støðan verður, tá ið tíðirnar versna aftur.
Tróndur Sigurðsson var so bersøgin sum at siga, at tað er eingin í Føroya søgu, sum hevur rænt kommunukassarnar so illa, sum Annika Olsen gjørdi, tá ið hon legði eldraøkið undir kommunurnar, tí fíggingin frá landinum strekkir verri enn so til.
– Eg veit ikki um Annika Olsen er stolt av at hava lagt eldraøkið undir kommunurnar, tí úrslitið er ikki gott – og tað verður hvaðna verri, tá ið tíðirnar versna aftur, heldur Tróndur Sigurðsson.
Annika Olsen, borgarstjóri, sigur, at síðani 2015 er eldraøkið dýrkað 25 milliónir krónur og dagstovnaøkið er dýrkað 40 milliónir krónur, ella 65 milliónir tilsamans.
– Eldraøkið og dagstovnaøkið eru tvey dýr øki, tað skerst ikki burtur, sigur hon. Hon sigur, at tað átti ikki at komið óvart á nakran, at eldraøkið er dýrt. Men hon er framvegis av teirri sannføring, at eldraøkið liggur betri hjá kommununum. Hon er nevniliga púra vís í, at lá eldraøkið framvegis undir Landinum, høvdu tær útbyggingar, sum hava verið í Havn, og sum eru í umbúna at gera, ikki verið, ikki ein av teimum.