HETTA MÁ UPPLIVAST!

Summarfestivalurin byrjar hósdagin. Festivalurin har øll syngja við og har hugnin er í hásæti. Festivalurin er fyri øll, ung sum eldri, børn og vaksin. Á hesum báðum síðum varpa vit ljós á nakrar av teimum upplivingunum, tú kanst fáa á Summarfestivalinum

Páll Finnur Páll

Føroya suverent best umtókti bólkur, skal aftur í ár syngja og spæla á festivalinum í Klaksvík. Bólkurin hevur spælt fleiri minniligar konsertir á Summarfestivalinum áður, og á G! í ár vístu Páll Finnur Páll, at teir eru í stórformi. Summarfestivalurin er ein syngi-við-festivalur, men tað er ein stór uppgáva at fáa lív í allan Vágsbø fyrsta kvøldið á festivalinum. Men er tað nakar bólkur í Føroyum, sum megnar hetta, er tað Páll Finnur Páll. Bólkurin er við at leggja seinastu hond á næstu fløguna, sum áhoyrararnir ivaleyst fara at fáa ein forsmakk upp á hóskvøldið.

--

Hjarnar

Alla nátt! Hjarnar hevur fingið besta tíðspunktið at spæla á øllum festivalinum – leygarkvøldið klokkan 02.00. Klaksvíksbólkurin hevur virkað leingi, og meðan yngra ættarliðið helst kennir best við lagnum Alla nátt, so standa løg sum Breaking My Heart, So Excited og Into The Night, líka klárt í minninum. Rockbólkurin var framfýsin fyri 25 árum síðani, vóru nýskapandi og fullir av orku. Við Karl Martin Samuelsen á odda og ómetaliga dugnaligu tónleikarunum aftrat sær, fara Hjarnar vónandi at fáa Vágsbø at rokka alla náttina.

--

Barnatiltøkini

Summarfestivalurin er familjufestivalurin. Hvørt ár verður nógv gjørt burtur úr at fáa undirhald til alla familjuna, og heldur ikki í ár eru børnini við sviðusoð. Av tónleiki koma Basim & Babou úr X-Factor at undirhalda, umframt Kular Røtur og onnur. Men aftrat hesum eru mong onnur tilboð. Trølla Pætur og hansara harkalið eru eftirhondini meiri sjálvsøgd enn Dynamitt á Summarfestivalinum. Gyklarar, klovnar, andlitsmáling, eldblásarar og onnur fara somuleiðis at seta sín dám á festivalin hjá børnunum, sum gleða seg til henda partin, eins væl og tey vaksnu gleða seg til mongu tónleikatilboðini.

--

Hanus G. Johansen

Løtan við Hanusi hevur hvørt einasta ár verið serstøk, og verður tað ivaleyst aftur í ár nú hann fer at framføra á Stóra Pallinum á Vágsbøi. Ofta hevur Hanus framført á alt ov lítlum palli á festivalinum, har hundraðvís av fólki – um ikki túsundvís – hava sungið so hart, at Hanus ikki hevur hoyrt seg sjálvan og hevur verið noyddur at biðja fólk dempa seg. Á Stóra Pallinum er hetta eingin trupulleiki, so fólk kunna – og fara at – syngja beint frá hjartanum, tá fólkakæri klaksvíkingurin framførir á heimavølli. Hevur tú upplivað Hanus á Summarfestivalinu, so veitst tú, hvussu góðar konsertirnar hava verið. Hevur tú ikki, so hevur tú mist eina rúgvu, sum tú tó kanst uppliva aftur í ár.

--

D.A.D

Høvuðsnavnið á Summarfestivalinum í ár, er, Summarfestivalinum so líkt, ikki super-aktuelt longur. Men fær ikki skeivur her. Danski rockbólkurin er sera væl fyri í løtuni og hevur spælt fleiri væleydnaðar konsertir í Danmark seinastu tíðina. Vælsmurda rockmaskinan hevur eisini smíðað fleiri av best umtóktu tónunum í Danmark, síðani teir av álvara fingu gjøgnumbrotið á danska tónleikapallinum við lagnum Sleeping My Day Away. Hóast eina rúgvu av fløguútgávum, er tað fyrst og fremst sum live-bólkur, at D.A.D hevur sligið sítt navn fast. Og við tí formi, bólkurin hevur víst seinastu tíðina, kunnu Summarfestivalfólk av røttum gleða seg.

--

Steypafinalan

Aftur í ár er steypafinalan í fótbólti partur av sjálvari skránni hjá Summarfestivalinum. Og eins og í fjør eru tað EB/Streymur og ÍF, sum bresta saman. Ein steypafinala er serstøk í sær sjálvum, men við góða hýrinum í Klaksvík, mongu gestunum og trúgvu fjepparunum hjá EB/Streymi og ÍF, er lagt upp til eitt brak av eini finalu, sum øll – ikki bara fótbóltsáhugaðir fjepparar hjá feløgunum báðir – eiga at uppliva.

--

Bobby Bare

Summarfestivalurin hevur síðani byrjan appelerað til meira tilkomnu áhoyrarafjøldina, hóast fyriskipararnir altíð royna at hava okkurt til allar aldursbólkar. Við Bobby Bare hevur festivalurin fingið eitt stórt navn til eldra ættarliðið, men country-fjepparar sum heild eiga eisini at frøast. Bobby Bare eigur eitt av kendastu countryløgunum nakrantíð, tí í Detroit City liggur ein sangskattur, sum ikki er gloymdur enn, hóast sangurin er nærum 40 ára gamal. Hóast tónlistarliga yrkisleiðin hjá Bobby Bare hevur toppað, er hann framvegis virkin og spælir víða. Nú er túrurin komin til Klaksvíkar, og tað eigur tú at gera tær dælt av.

--

T.O.S.

Tollarar og syndarar, sum bólkurin eitur, spælir gospel. Men talan er á ongan hátt um siðbundnan gospeltónleik, sum vit vanliga kenna hann her heima. Bólkurin er trupul at seta í ein tónlistarligan bólk, tí T.O.S. er ein samanrenning av fleiri ymiskum tónleikasløgum. Snúningspunktið er tó kristni boðskapurin, men tað eigur ikki at halda meiri vertsligar festivalgestir at halda seg burtur frá eini spennandi og øðrvísi tónleikauppliving, sum T.O.S. plagar at vera garantur fyri.