Hetta skulu politikarar ikki blanda seg upp í

Tað, sum hendi fyri 51 árum síðani, kann ikki fáa skyldina fyri støðuna í dag, halda tingmenn fyri samgonguna

Politikarar skulu ikki blanda seg upp í, hvussu arbeiðsgevarar og fakfeløg samráðast um løn. Tað halda tingmenn fyri samgonguna. Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at áseta ein almennan lønarstiga.  Tey vísa á, at verður hugsað um útbúgvingarlongd og ábyrgd, er stórur munur á lønarlagnum hjá ymsum bólkum.

Ein stórur partur av orsøkini var broytingin, sum varð gjørd í Danmark í 1969, har eitt nýtt lønarlag varð staðfest fyri øll almenn starvsfólk. Sum heild vórðu kvinnustørv bólkað í ein lægri lønarflokk enn størv, sum menn mannaðu við teirri grundgeving, at menn vóru uppihaldarar og máttu tískil hava hægri løn.

Tey siga, at hóast hetta er langt síðani, ger sama lønarlag seg enn galdandi, eisini í Føroyum. Tí vilja tey halda tey, at Løgtingið eigur at áseta eitt alment lønarlag, har lønin samsvarar við útbúgving og ábyrgd.

Men tað eru umboðini hjá samgonguni í rættarnevndini ikki samd í. Tey siga, at tað, sum hendi í 1069 kann ikki fáa skyldina fyri støðuna í dag, tí síðani hava tey samráðst um løn minst 25 ferðir

– Í dag verður lønin sett í eftir útbúgving og ábyrgd. Eitt nú fáa ljósmøður hægri løn, tí tær taka endaligar avgerðir, men ofta taka sjúkrarøktarfrøðingar ikki taka endaligar avgerðir.

Slíkir spurningar kunnu bert avtalast við fríum samráðingum og hetta uppskotið frá Javnaðarflokkinum gongur beint ímóti fría samráðingarrættinum. Spurningurin, um hvat lønarlagið skal vera fyri ymsar fakbólkar, er sjálv kjarnan í øllum samráðingum á arbeiðsmarknaðinum, siga umboðini fyri samgonguna

– Tað almenna eigur sjálvsagt at viðgera øll fakfeløg líka. Øll eiga at fáa lut í teimum hækkingum, sum verða avtalaðar. Men tað eigur samstundis altíð at vera so, at lønin verður ásett eftir útbúgving og ábyrgd. Politiska skipanin eigur at halda seg burtur frá samráðingunum á arbeiðsmarknaðinum, og tí eigur politiska skipanin heldur ikki at gera ein almennan lønarstiga, sigur samgongan.