Hevur hann ikki kálvahjarta, so svav hann!

Í 8 mánaðir stríddust tey við pakkan.

ólavsøkupakkan.

Meðan vit bíðjaðu fingu vit at vita, at tað skortaði ikki við hugskotum, - trupulleikin var at finna semjur.

Tað var semjan, kompromiið, konsensusið, sum var tað, sum tók tíð.

Og vit bíðjaðu og vit biðjaðu.

Og so endiliga nú fekk andstøðan fundarboð. Og tað fekk hon tríggjar ferðir. Á fundunum vísti landsstýrið á, hvussu umráðandi tað var, at alt politiska spektrið var við. M.a. fyri, at umdømið Føroya úteftir skuldi mennast.

Og tað var øgiliga umráðandi, at andstøðan var við uppá semjuna. Vit fingu eisini at vita frá Jóannesi Eidesgaard sjálvum, at tað var øll samgongan, og alt landsstýrið sum stóð aftanfyri listan av átøkum, sum fóru at koma í ólavsøkupakkan. Og listin, sum vit har fingu borðreiddan var mikið longri og kontroversiellur enn hann, sum varð lagdur fyri løgtingið á ólavsøku.

Okkara íkast til kjakið harúti legði dent á, at skuldu vit verða við, so skuldi pakkin

 

javna byrðarnar í samfelagnum

virða sáttmálarnar á arbeiðsmarknaðinum

styrkja tey lágløntu og meðalløntu

tryggja íløguvirksemi í øllum økjunum í landinum

taka hædd fyri at handverkaravinnan var hótt

menna útbúgving, gransking og mentan

menna vinnulívið.

 

Táið triðji fundurin við andstøðuna var liðugur fingu vit at vita, at fundarboð komu vikuna eftir.

Vikan kom, men ongi fundarboð.

 

Andstøðan var droppað.

So kom ólavsøkan, og pakkin, sum øll høvdu bíðjað eftir. Men har var bara onki eftir.. Tað einasta kontroversiella, sum samgongan við Javnaðarflokkinum á odda var samd um, var at degradera pensjonistar og fyritíðarpensjonistar. Restin var ein listi yvir frammanundan samtykt mál.

Og ikki óvæntað, so komu reaksjónirnar. Søgur um at trúgvir limir melda seg úr Javnaðarflokkinum gongur sum rótasúpan, prominentir limir samanbera formannin og tingmanningina við lík.

So her stendur á gomlum nøglum. Og tá eru sum verða mann, góð ráð dýr!

Hvat ger Javnaðarflokkurin. Jú, hann sendir fyrst Hans Paula Strøm út eftir mikrofonuni. Og nú lætnar: endiliga ein føroyskur Auken, endiliga ein Petur Mohr Dam (sum fleiri javnaðarveljarar framvegis velja, tá teir seta kross við Javnaðarflokkin)

HPS sigur nú, at hann tekur als ikki undir við hasum, sum stendur í pakkanum um pensjónir. Hetta sigur hann éin mánað eftir, at hann sum landsstýrismaður blástemplaði allan pakkan.

Jú, sigur Jóannes Eidesgaard. Talan er um eina semju.

Og sum um at tað ikki var nóg mikið, men so kemur tíðindaskriv frá allari javnaðartingmanningini, sum sigur seg heldur ikki taka undir við tí partinum av pakkanum sum snýr seg um pensjónir.

Í fyrstu atløgu gert formaður floksins, sum jú er Faðirin at uppskotinum, firtin. Um tað er tað sum tingmanningin vil, so má hon sjálv eisini koma við einum alternativi! eru greiðu boðini til sín egna flokk. Men tá so onkur hevur fortalt JE, hvat tað merkir fyri Flokkin um hann soleiðis fer eftir pensjonistunum, so fær pípan hjá honum bráddliga annað ljóð. Tað sum hann í pakkanum biðir Løgtingið taka undir við, er ikki tað, sum hann vil, sigur hann. Nei, nei. Hatta er bara nakað sum ein embætismannabólkur hevur arbeitt við. Hatta er ikki nakað sum Javnaðarflokkurin tekur undir við. Ert tú galin!

Hvar er nú semjan, kompromiið, konsensusið, sum var tað sum tók, tíð blivið av. Og tað sum stendur í ólavsøkupakkanum er tað eitt hugskotskattalog, ein brain-storm ella er pakkin eitt uppskot til samtyktar? Tað tekur ikki 8 mánaðir at koma við einum hugskotskattalogið. Tað tekur ein fyrrapart. Men tað kann gott taka 8 mánaðir at verða samd um eitt uppskotið til samtyktar.

Tað tók Jóannes Ejdesgaard,Hans Paula Strøm, John Johannessen og øllum hinum í samgonguni 8 mánaðir at blíva samd um ólavsøkupakkan. Eisini um tann partin, sum snýr seg um pensjónir og fyritiðarpensjónir!

Um onkur svav meðan arbeitt varð ella um viðkomandi nú fekk kálvahjarta, kunnu vit bara gita um.

 

...

 

Alt hetta fær tankarnar 5 ár aftur í tíð.

 

í 2004 stóð Jóannes Ejdesgaard á odda fyri einari visjón 2015. Tá setti hann sambært heimasíðuni HYPERLINK "http://www.visjon2015.fo" www.visjon2015.fo 140 fólk (nei, eg lúgvi ikki: 140 fólk!) í 13 ymiskar strategibólkar at arbeiða í samfull 4 ár við ætlanini um, at gera Føroyar til eitt av heimsins bestu londum at búgva í .

Í dag torir sami maður og Flokkur ikki at taka hesa”visjón” uppá orðið.

Og trúgv mær. Tey verða (og eru nokk longu) líka flov av ólavsøkupakkanum, sum tey vórðu av visjón 2015.