Hey fer í næstum undir at bjóða fipur til heimið í samstarvi við almenna kervisfelagið. Í dag og í morgin ber til at royna nýggju tænanstuna “Fipur til heimið” á torginum í SMS.
Televeitarin Hey fer í næstum undir at bjóða fipur samband til privatkundar í samstarvi við almenna kervisfelagið FT-Net. Ferðin á fipurið er munandi skjótari enn tað vit kenna í dag. Heilt upp til 1Gbit per sekund, sigur Hey í tíðindaskrivi.
Tey fyrstu privatu húsarhaldini fáa møguleika fyri fipurbreiðbandi longu í ár og eftir ætlan fara at kalla øll húsarhald í landinum at fáa fipursamand innan fyri tey næstu 5-7 árini, sambært felagnum.
Í dag og í morgin skipar Hey fyri stórfingnum tiltaki á torginum í SMS har høvi millum annað er hjá almenninginum at uppliva rúkandi skjótt fipursamband og greitt verður nærri frá tøknini.