HIK hevur tapt seks av teimum seinastu sjey dystunum

Føroyingaliðið í Hellerup hevur bert fýra stig í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Tað er ofta tung hjá uppflytarum at fóta sær í einari hægri deild.

 

Hetta sanna Magna Tórðardóttir, Marianna G. Eystberg og liðfelagar teirra í HIK.

 

Føroyingaliðið í Hellerup hevur tapt seks av teimum seinastu sjey dystunum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Í dag tapti HIK stórt 23-32 fyri AGF á útivølli í Århus. Í steðginum var AGF greitt á odda 16-7.

 

Magna skoraði tvey mál fyri HIK í dag.

 

HIK er triðaftast í deildini við bert fýra stigum fyri átta dystir. 

 

3. desember hevur HIK heimadyst móti Søndermarken, ið er fjórðaftast í deildini, eisini við fýra stigum.