Hitt norðuratlantiska Zaire

Nú ein oljuvinna nærkast klettunum, hoyrir tú alt meiri tos um, at í hesari vinnu skulu føroyingar standa saman, vísa hegni og skil, hugsa um næsta ættarliðið, fólki og tjóðini at gagni og væl má ansast eftir tilfeingi og náttúru.


   Mikið gott og hugsjónarligt. Men so kemur tann syndigi tankin, hvussu hava vit so umsitið okkara fiskivinnu, okkara hálovaðu høvuðsvinnu, ogn alra føroyinga?

   Vit rópa okkum fiskivinnutjóð, matvøruframleiðara. Fara vit so at hyggja at veruleikanum má tú ógvast:

- Tað finst ikki ein fiskarestaurant í Føroyum

- Tað finst ikki ein fiskakokkur

- Tað finst ikki ein vanligur fiskahandil

- Tað finnast ikki føroyskar fiskauppskriftir

- Tað finst einki útflutningsráð

- Tað fæst ikki ein fiskarættur umborð á tí føroyska flogfarinum

- Tað fæst ikki ein fiskabiti til keyps á flogvøllinum

- Tað finst ongin handil á flogvøllinum við føroyskum fiskaúrdráttum

- Tað finst ikki ein fiskalýsing á flogvøllinum

- Tað finst ikki eitt gastronomiskt institutt í Føroyum.


Vit hava onki forhold til, hvat vit gera. Ein fremmandamaður, sum kemur hendanvegin, kann ikki siga, hvat hetta fólkið livir av: at spæla fótbólt ella í Gekki vælsaktans vil hann siga.

Føroyar høvdu eitt gott navn áður. Ein fyrstafloks framleiðsla, sum bleiv roknað við á øllum marknaðum. Føroyar og góðska vóru samantvinnað heiti.

   Gongdin seinastu árini hevur degraderað Føroyar til ein óseriøsan útflytara av rávørum, ið keyparar mjólka og fara við, sum teimum lystir.

Rávøran fer at kalla ótarnað av landinum til fiskaídnaðin í grannalondunum. Vit eru at kalla á støði við tey mest tilafturskomnu afrikansku londini í hugburði.

   Vit loyva enn partroling og ætla nú at fara at grópa eftir skeljum á bestu fiskileið norðanfyri. Far til Suðuroynna og hygg hvussu ælingin hevur oyðilagt vøtnini har suðuri. Hvør verjir náttúruna? Alt verður gjørt í heilaga navninum hjá nøkrum arbeiðsplássum.

   Tað er eingin, sum heilhjartaður stuðlar fiskivinnuni. Ikki av óvilja, men kanska meira av mótloysi og uppgávulynti.

   Við allari virðing fyri filminum Barbaru, so hevði tað verið hugaligt, um Ferðaráð Føroya hevði gjørt eitt líka stórt tiltak í Norðurlandahúsinum fyri føroyskari framleiðslu sum fyri einum útlendskum film og einari útlendskari filmsfyritøku.

   Ella hví var ongin føroysk almenn luttøka í Gijón, har øll heimsins pressa var tilstaðar? Hví varð ikki hildin ein almenn móttøka og gjørt stás burtur úr Føroyum? Tað fekst ikki eitt betri høvi.

   Nær man seinast nakar føroyskur ministari hava verið uttanlands við privatum sendinevndum fyri at stuðla og seta tign á?

   Ein fiskivinnutjóð vil einum eiti av einum fiskivinnuskúla, sum fær so lítlar sømdir á fíggjarlógini, at hann ikki veit, um honum verður lív lagað, við tí úrsliti at fáir næmingar fara á henda skúlan.

   Vit tosa bert um ES-krøv. Onki verður tosað heilhjartað um at fáa betri atgongd til henda týdningarmikla marknað. Vit hava í áravís tosað um at seta ein sendimann í Bruxelles, og at danir skulu hjálpa okkum.

   Hví varð Framtaksgrunnurin ikki nýttur at keypa upp útlendska framleiðslu og sølufyritøkur fyri at styrkja føroyska marknaðarføring.

   Vit hava fleiri sølufólk og fyritøkur enn nakrantíð fyrr. Umleið 150, sum allir meira og minni kappast um somu kundar og bjóða somu vørur fram. Úrslitið er bert hægri rávøruprísur her heima og lægri søluprísur.

   Tú sært næstan ikki ung fólk longur í hesari vinnu. Ongin tímir at berjast við Starvsstovu, EF krøv, MVG, innaneftirlit og hvat allur hesin yvirbygnaðurin eitur. Tað er ikki attraktivt at arbeiða í fiskivinnuni, hvørki á sjógvi ella landi við einum meðalaldri av skipum uppá 28 ár.

   Vit eru við at gloyma ta sannroynd, at eitt samfelag, sum ikki framleiðir, hevur onga framtíð. Vit hava ongantíð verið verri fyri enn í løtuni við ongum hugsjónum og vána handilsskapi.

Tað er spell, tí vit hava kortini so góðar møguleikar at venda gongdini. Vit hava tørv á einari mentanarkollvelting og at fáa unga fólkið í Føroyum at vakna og taka við ábyrgd.