Hjálp úr Føroyum til AIDS-rakt børn

Felagsskapurin »Samaritan’s Purse« varð stovnaður í 70’árunum og hevur gjørt hjálpararbeiði kring allan knøttin. Samkoman Lívdin í Hoyvík hevur samstarvað við hann ígjøgnum eina tíð. Í ár, eins og í fjør, verður hjálpin send AIDS og HIV raktum børnum í Uganda

Í eini lítlari kommunu í Kagando í Uganda er neyðin stór. Samaritan’s Purse hevur latið upp eitt barnaheim har, kallað Jaja’s Home. Heimið er fyri børn, ið eru smittað av HIV ella hava foreldur, ið eru. Ætlanin var at hýsa um 80 børnum í heiminum, men talið er vaksið upp til 200 børn nú.


Hjálpa úr Føroyum

Sosialurin fekk eitt prát við Alice Mortensen og Ildu Lómstein, sum umboða samkomuna Lívdina, ið samstarvar við felagsskapin. Alice Mortensen flutti fyri trimum árum síðan til Føroya. Hon er fødd í Fílabeinsstrondini, men er uppvaksin í Fraklandi. Hon hitti mann sín yvir alnótina og nú eru tey gift og búgva í Føroyum. Hon arbeiðir sum køkshjálp hjá Johannes Andreassen. Ilda Lómstein hevur búð í Føroyum í fimm ár. Fødd og uppvaksin á Grønhøvdaoyggjunum, sunnanfyri Kanarisku oyggjarnar. Í 2001 legði skipið Logos 2 leiðina framvið har, har hon hitti føroyska mann sín, sum hon síðan giftist við og flutti til í 2003. Hon arbeiðir í kundatænastuni hjá Elektron.

Tær báðar greiddu frá um felagsskapin, Samaritan’s Purse og hvat arbeiði hann hevur gjørt. Millum annað nevndu tær at hesin felagsskapur er millum fyrstu á staðnum, tá vanlukkur, sum umfarðsjúkur, kríggj, HIV og AIDS og náttúruvanlukkur eru fyri. Umframt at hjálpa neyðstøddum á tann hátt, veitir felagsskapurin reint vatn til tey, ið veruliga hava tørv á tí.


Hjálpt um allan heimin í meir enn 35 ár

Felagsskapurin byggir á eitt kristið grundarlag, har navnið eisini hevur sín uppruna úr. Samaritan’s Purse er úr frásøgnini um hin góða samáriubúgvan, ið stendur skrivað um í Bíbliuni. Hóast felagsskapurin er kristiligur er hetta ikki ein fyritreyt fyri tey, ið ynskja at hjálpa. - Týdningarmikið er at koma í sambandi við menniskjasligu síðuna í fólki, ið sigur, at vit mugu hjálpa teimum, ið eru veik, greiddi Ilda Lómstein frá. Arbeiðini, ið felagsskapurin setur í verk eru fyrst undir honum, men verða síðan latin upp í hendurnar á øðrum. Hetta hevur við sær at øll kunnu hjálpa og at fleiri øki kunnu vera hjálpt um allan heimin. Hetta hevur eisini við sær at samfeløg og kommunur taka stigið at sjálvi fara undir at taka hond um tey, ið ikki hava tað gott.

Stovnssetarin er Franklin Graham, ið er elsti sonur víðagitna prædikumannin Billy Graham og konuna Bell. Hann er í dag virkandi forseti og hevur leitt felagsskapin til hjálp í fleiri enn 100 londum.

Tiltakið Operation Christmas Child, ið nógvir føroyingar hava virkað við til, er eisini úr hesum sama felagsskapi. Her verða skógvaeskjur innsamlaðar, ið síðan verða givnar børnum í fátøkum londum. Hetta átak hevur fingið góða undirtøku víða um og jólagávurnar hava givið mongum gleði.


Jaja’s Home

Í fjør og í ár hava Kristnastova í Keypmannahavn og Lívdin í Hoyvík samstarvað við Samartan’s Purse, um at hjálpa børnum í Uganda, ið líða undir HIV og AIDS. Hetta umfatar bæði børn, ið eru beinleiðis rakt, og tey, ið hava rakt foreldur. Barnaheimið, Jaja’s Home veitir børnunum eitt stað at vera, góðan mat, klæðir, undirvísing, heilsuhjálp og somuleiðs eisini undirvísir í kristindómi. Børnini koma á morgni til heimið og fara heim aftur á kvøldi. Tey, ið eru ringast fyri kunnu tó vera á heiminum um náttina.

Umframt at taka børn inn, tekur heimið hond um samfelagið og kommununa har. Hetta eittnú við húsvitjanum og tílíkum.


- Føroyingar eru gávumildir

Kristnastova í Keypmannahavn kom í samband við Samartan’s Hope og setti seg síðan í samband við samkomuna Lívdina. Saman megnaðu tey at samla pening inn, ið var nóg mikið at fíggja alt virksemið hjá barnaheiminum Jaja’s Home í 2007. – Føroyingar eru gávumildir, hóast teimum ikki dámar at tosa um pengar, greiddi Ilda Lómstein, frá, við einum smíli. Hóast felagsskapurin er í sambandi og byggir á kristilig virði, so ræður tað um at fáa fólk at síggja neyðina hjá øðrum menniskjum.

Leygarkvøldið 11. oktobur verður skipað fyri einum stuðulstiltaki í hølunum hjá fríkirkjuni Oasuni í Hoyvík, - Har øll eru meir enn vælkomin, løgdu tær afturat. Á tiltakinum verður meira kunning um virksemið hjá Samaritan’s Purse og somuleiðis um arbeiði á Jaja’s Home í Uganda. Sangur og dansiframførslur vera eisini á skránni, og bókahandilin Logos hevur eina bókasølu, har ein partur av peninginum verður latin til hjálpararbeiðið.