Hjálptu hvalunum útaftur

Umleið 100 hvalir gjørdu landgongd á einari strond í Ný Sælandi, men tað eydnaðist hjálparfólki at fáa teir útaftur.

Í gjár vóru grindaboð á Puponga-strondini á teirri syðru meginoynni í Ný Sælandi, og maður fór av húsi - ikki at drepa grind, men at hjálpa umleið 115 hval­um, sum høvdu gjørt land­gongd.
Tað vísti seg, at 115 grinda­hvalir vóru komnir inn á flóðini, og at teir gloymdu at fara útaftur, áðrenn tað fjaraði. Úrslitið var, at hval­irnir vórðu liggjandi inni á sandinum. Hjálkparfólk og ferðafólk í stórum tali royndu at halda lív í hvalunum, til tað fløddi aftur. Fólk stoyttu sjógv á hvalirnar og løgdu vát løk oman á teir, og á tann hátt eydnaðist tað at bjarga umleið 100 av teimum 115 hvalunum út aftur á lívi, skriv­ar Reuter.