Hjørdis Mortensen hevur í dag sín seinasta arbeiðsdag á Tryggingarfelagnum Føryar.??Samstundis fyllir hon í dag 69 ár, og nú hon gevst, hevur hon starvast á sama stað í góð 50 ár.??
Hon fór sum student beinleiðis av skúlabeinki í starv sum stjórnarskrivari á Tryggingarsambandinum Føroyar, har hon byrjaði 9. juli 1962.
Hon hevur tí starvast hjá fimm stjórum, Tummas Thomassen, Marius Thomassen, Jens Petur Arge, Gunnar í Liða og seinast Regin Hammer.??
Hjørdis hevur altíð verið áhugað í ítrótti, serliga fimleiki, og hevur verið unt at vera við á øllum Oyggjaleikum síðani teir vóru í Føroyum í 1989 – ikki minst tí maðurin, Heðin Mortensen í eitt mannaminni var ÍSF-forseti. Seinastu árini hevur hon verið við sum borgarstjórafrúa.??
Hjørdis er yngst av seks systkjum, og foreldrini vóru Erika og Alfred (Affe) Egholm.