AB skrivar soleiðis í kvøld:
Fyri nøkrum vikum síðani kunngjørdu vit, at høvuðsvenjari okkara, Øssur Hansen, heldur fram í venjarasessinum. Í kvøld kunnu vit kunngera, at hjálparvenjari hansara, Andras Jákupsson, somuleiðis heldur fram í venjaratoyminum. Avtala er gjørd millum AB og Andras fyri kappingarárið 2025.
Andras er 36 ára gamal og ættaður úr Gøtu. Hann byrjaði sum hjálparvenjari hjá okkara besta mansliði á sumri 2024, og vit hava verið væl nøgd við fryntliga gøtumannin síðani tá. Andras er avhildin og væl lýddur í hópinum, og so er hann eisini rættiliga lættur at kenna aftur, tá ið hann stendur úti á vøllinum í sínari eyðkendu gulu húgvu.
Vit fegnast um, at enn ein brikkur til spennandi kappingarárið 2026 er komin upp á pláss.
Til lukku við nýggja sáttmálanum, Andras!











