Hjúnabandslógin verður latin løgtingsskrivstovuni í dag, segði Sonja Jógvansdóttir við Høgna Djurhuus í Kringvarpi Føroya fyri løtu síðani.
Onkrir miðlar, millum annað Jyllands-posten, hava gjørt nakað burtur úr, at hjúnabandslógin ikki er nevnd í samgonguskjalinum, men Sonja Jógvansdóttir avvísir, at hetta hevur verið eitt stríðsmál í samgongusamráðingunum.
Hon fortaldi síðani útvarpsmanninum, at hon fór at leggja uppskotið um broytta hjúnabandslóg fyri løgtingið í dag. Hon váttaði eisini, at hon fór at leggja tað fram einsamøll.
Kjarnin í uppskotinum verður at loyva tveimum av sama kyni at vígast borgarliga.
Málið kemur væntandi fyri í næstu viku.