Burturvísti somaliski dómarin fær stóran moralskan stuðul frá UEFA

Evropeiska fótbóltssambandið hevur tikið avgerð um, at Omar Artan skal døma prestisjutungan dyst

Mynd: Ritzau Scanpix

Somaliski fótbóltsdómarin, Omar Abdulkadir Artan fekk ikki innfararloyvið til USA, hóast altjóða fótbóltssamgongan, FIFA hevði ásett hann at vera ein av dómarunum til HM-endaspælið í fótbólti.

 

Omar Artan var sendur aftur til Turkalands, og hagani ferðaðist hann heim til Somalia, har hann var móttikin sum ein hetja.

 

Nú hevur evropeiska fótbóltssambandið, UEFA givið Omar Abdulkadir Artan ein stóran moralskan stuðul, og ein stóran ugga má staðfestast, nú hann ikki slapp at døma dystir til HM-endaspælið í fótbólti.

 

Omar Abdulkadir Artan skal nevnliga vera høvuðsdómari til UEFA Super Cup dystin í Salzburg í Eysturríki, ið verður í Salzburg í Eysturríki 12. august.

 

Super Cup dysturin er millum Champions League vinnararnar, Paris Saint Germain og Europa League vinnararnar, Aston Villa. 

 

Í UEFA staðfesta tey eisini, at onnur orsøk til, at Omar Abdulkadir Artan sleppur at døma Super Cup dystin, er tí hann hevur víst eitt høgt støðið í altjóða fótbólti. 

 

Mynd: Ritzau Scanpix