HM/EM liðið farið til Danmarkar

Flogbóltur: Kvinnulandsliðið fór í gjár til Danmarkar, har liðið skal spæla ein landsdyst ímóti Danska landsliðnum.

 

Føroyska liðið er nú endaliga úttikið, og av truppinum upp á 14 leikarar eru 6, sum dagliga leika í fremstu deildin í Danmark, meðan hinar 8 spæla í Føroyum. Í sambandi við dystin, so hevur liðið eisini eina venjingarlegu í Keypmannahavn.

 

Landsdysturin ímóti Danmark verður leygardagin kl. 17,00 føroyska tíð, og verður leiktur í Sundby Hallen, Englandsvej 61, Amager.

 

Venjararnir Jóhan Petur á Stongum og Kristian Mikkelsen hava tikið hesar leikarar út til dystin:

Amager VK:

Sofía Purkhús

Elisabeth Purkhús

Eina Kalsø

Birgit Guttesen

 

Randers NOVO/Ikast:

Urd T. Traðará

Eyð G. Magnussen

 

Fleyr:

Anja S. Danielsen

Súsanna Ludvig

Anna Sára L. Skaalum

 

Dráttur:

Ruth Albinsdóttir 

 

KÍF:

Guðrun Joensen

Sóley M. Poulsen

Hanna A. Olsen

 

TB:

Femja F. Mortensen