HM: Eysturríki vann á Jordan sum skoraði søguligt mál

Argentina og Eysturríki eru fremst í innleiðandi HM-bólki J

Gomlu kenningarnir hjá føroyska landsliðnum, Eysturríki tekur í hesum lut í fyrsta HM-endaspælinum síðani 1998.

 

Í nátt - føroyska tíð - kom Eysturríki væl frá landi í innleiðandi HM-bólki J við 3-1 sigri á HM-debuntantunum, Jordan á Levi´s leikvøllinum í Santa Clara í Kalifornia.

 

Dysturin var 21 minuttir gamal, tá Romano Schmid hamraði eitt langskot í málið til 1-0 Eysturríki. Eitt av teimum betri málunum í kappingini. Fimm minuttir inn í seinna hálvleiki skrivaði Ali Olwan søgu við at gerast fyrsti jordanski málskjúttin í einum HM-endaspæli. Ali Olwan var staddur høgrumegin í brotsteiginum, tá hann sendi eitt væl plasserað skot í stongina og inn, og so kundu jordanar stórfegnast. Jordanar skoraðu eitt mál aftrat, men tíverri fyri teir í skeiva endanum. Eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini, tá Eysturríki legði seg á odda 2-1 við einum sjálvmáli. Í yvirtíðini staðfesti Marko Arnautovic eysturríkska sigurin við einum brotssparksmáli.

 

Argentina og Eysturríki hava trý stig hvør. Jordan og Algeria hava einki stig. 

 

Eysturríki-Jordan 3-1 (1-0)

1-0 Romano Schmid ('21)

1-1 Ali Olwan ('50)

2-1 sjálvmál ('76)

3-1 Marko Arnautovic, br. ('90+)

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Eysturríki og Jordan. 

 

Komandi mánakvøld klokkan 18 verður toppdystur millum Argentina og Eysturríki leiktur á AT&T leikvøllinum í Arlington í Texas. Týsmorgun klokkan fýra - føroyska tíð - spæla Algeria og Jordan á Levi´s leikvøllinum í Santa Clara. 

 

-------------

 

HER  ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.