HM-hópurin hjá Cap Verde eisini raktur av Koronu

Cap Verde - Grønhøvdaoyggjar - fer at kappast í sínum fyrsta HM-endaspæli nakrantíð

Á Cap Verde, ella Grønhøvdaoyggjarnar sum tær eisini vera nevndar á føroyskum hava tey glett seg til at síggja manslandsliðið í hondbólti taka lut í sínum fyrsta HM-endaspæli nakrantíð.

Cap Verde er í bólki A saman við Týsklandi, Ungarn og Uruguay. Fyrsti dysturin hjá Cap Verde í bólkinum verður fríggjadagin móti Ungarn.

Men hópurin hjá Cap Verde, ið hevur verið á venjingarlegu í Portugal er nú eisini raktur av Koronu.

Sjey spælarar í HM-hópinum hjá Cap Verde, ið hevur torførar dystir móti Ungarn, Týsklandi og Uruguay fyri framman hava fingið staðfest Korona.

Hesir sjey spælararnir eru nú í sóttarhaldi. Teir sleppa ikki at ferðast til HM-endaspælið í Egyptalandi fyrrenn teir hava fingið staðfest eina negativa Koronu-kanning.

Fyrr í dag var staðfest, at 17 spælarar og venjarin hjá USA hava fingið staðfest Korona.

Líkt er til, at tað verður ein møtimikil uppgáva at fáa HM-endaspælið avgreitt millum 13. og 31. januar. 

Í 2015 vann føroyska U20 manslandsliðið 27-24 á U20 manslandsliðnum hjá Cap Verde í kappingini IHF Trophy.