HM: Kolumbia vann á Usbekistan sum skoraði søguligt mál

Kolumbia er einsamalt oddalið í innleiðandi HM-bólki K

Mynd: Ritzau Scanpix

Nú hava øll 48 HM-landsliðini leikt sínar innleiðandi dystir.

Í nátt - føroyska tíð - tók Kolumbia oddasessin í innleiðandi bólki K við 3-1 sigri á Usbekistan, ið tó kundi fegnast um fyrsta HM-málið nakrantíð. Úrslitið í hinum dystinum í bólkinum gjørdist ein óvæntaður 1-1 javnleikur millum Portugal og DL Kongo.

Fimm minuttir undan steðginum sendi Luis Diaz eina góða sending inn í brotsteigin hjá Usbekistan, har Daniel Munoz hegnisliga fekk bóltin framvið málverjanum, og so var 1-0 til kolumbiansku favorittarnar. 

Eitt kort var farið av seinna hálvleiki, tá søga var skrivað. Abbosbek Fayzullaev skrivaði seg í usbekisku søgubøkurnar við einum stútara, ið fór í málið til miklan fagnað. Tað gingu bert fimm minuttir, so hevði dagsins leikari, Luis Diaz fingið bóltin framvið kolumbianska málverjanum, og so var Kolumbia á odda aftur. Klokkan vísti 90 minuttir, tá Jaminton Campaz staðfesti kolumbianska sigurin við góðum stútara. Beint undan seinasta bríksli hevði Usbekistan tó eitt dundurhøgg á yvirleggjaran.

Usbekistan-Kolumbia 3-1 (1-0)

0-1 Daniel Munoz ('40 )

1-1 Abbosbek Fayzullaev ('60 )

1-2 Luis Díaz ('65 )

1-3 Jaminton Campaz ('90 )

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Usbekistan og Kolumbia.