Harry Kane hevur nú skotið líka nógv HM-endaspælsmál sum Gary Lineker. Nevnliga 10 mál.
Harry Kane skoraði tvey tey fyrstu málini, tá Ongland í einum sera undirhaldandi dysti móti Kroatia í innleiðandi HM-bólki I vann 4-2 á AT&T leikvøllinum í Arlington í Texas.
Harry Kane legði Ongland tvær ferðir á odda í fyrra hálvleiki. Fyrru ferð var við brotssparki. Dominik Livaković bjargaði í fyrstu atløgu, men dómarin metti, at Dominik Livaković flutti seg av strikuni ov tíðliga, og so bleiv umspark, og tá var Kane tryggur. Tá vóru 12 minuttir leiktir. Í 36. minutti svaraði Martin Baturina aftur fyri Kroatia við einum dundurskoti, og so var støðan 1-1. Tað gingu tó bert seks minuttir, so hevði Harry Kane stútað Ongland á odda 2-1 aftaná hornaspark. Men í yvirtíðini í seinna hálvleiki javnaði Petar Musa til 2-2 aftaná eitt gott kroatiskt álop. Seinni hálvleikur var ikki nógv meir enn byrjaður, tá Elliot Anderson spældi ein góðan bólt til Jude Bellingham, ið tók av og legði Ongland á odda 3-2. Tá fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini staðfesti Marcus Rashford sigurin við einum góðum máli.
Ongland-Kroatia 4-2 (2-2)
1-0 Harry Kane, br. ('12 )
1-1 Martin Baturina. ('36 )
2-1 Harry Kane ('42 )
2-2 Petar Musa ('45 )
3-2 Jude Bellingham ('47 )
4-2 Marcus Rashford ('85 )
HER ber til at síggja málini frá dystinum millum Ongland og Kroatia.
Nú á midnátt spæla hini bæði liðini í bólki I, Gana og Panama á BMO Field leikvøllinum í Toronto.
-------------
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.











