HM: Ronaldo setti aldursmet í skuffandi javnleiki hjá Portugal

Demokratiska Lýðveldið Kongo fekk søguligt stig og mál

Mynd: Ritzau Scanpix

Nógv HM-søguskriving var framd á NRG leikvøllinum í Houston í Texas, tá Portugal og Demokratiska Lýðveldið Kongo spældu dyst í innleiðandi HM-bólki K.

 

Við einum sera óvæntaðum 1-1 javnleiki vann Kongo sítt fyrsta søguliga stig, og sítt fyrsta søguliga málið í einum HM-endaspæli.

 

Við 41 árum og 132 døgum gjørdist Cristiano Ronaldo hjá Portugal elsti leikarin nakrantíð at byrja ein dyst í einum HM-endaspæli. Men tað gjørdist tað einasta Ronaldo kundi fegnast um. 

 

Tá João Neves stútaði Portugal á odda 1-0 longu í sætta minutti av dystinum mundu fleiri halda, at nú fóru portugisar at tryggja sær sigurin, men soleiðis gjørdist ikki. Beint undan steðginum syrgdi Yoane Wissa við einum góðum stútara, at tað stóð á jøvnum 1-1. 

 

Við einari kompaktari verju eydnaðist tað kongolesarunum at tryggja sær eitt stig, ið teir kundu stórfegnast um. Portugisar hinvegin vóru sera vónbrotnir. 

 

Cristiano Ronaldo avrikaði langt frá tí sum Lionel Messi avrikaði við at skjóta reint hattrick í 3-0 sigrinum hjá Argentina móti Algeria. Nú er stóri spurningurin um Cristiano Ronaldo byrjar inni næstu ferð.

 

Portugal-Kongo 1-1 (1-1)

1-0 Joao Neves ('6 )

1-1 Yoane Wissa ('45 )

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Portugal og Demokratiska Lýðveldið Kongo.

 

Í nátt klokkan trý - føroyska tíð - spæla hini bæði liðini í bólki K, Usbekistan og Kolumbia dyst á Estadio Benorte í Meksiko býi. 

 

-------------

 

HER  ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum. 

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix