Í annaðkvøld klokkan 20 byrjar HM-finalan millum Spania og Argentina á MetLife leikvøllinum í East Rutherford í New Jersey. Fyri at gleða amerisku lýsararnar verður hálvleikssteðgurin heili 25 minuttir. Vónandi ikki ein plága, ið er komin fyri at vera.
Spania og Argentina hava eitt stuttligt til felags í hesum HM-endaspælinum. Hvørgin av teimum megnaði at vinna á Kap Verde (Grønhøvdaoyggjar) aftaná vanliga leiktíð. Argentina mátti brúka longdu leiktíðini fyri at knógva ein 3-2 sigur.
Spania hava havt eina krútsterka verju, og hevur bert latið eitt mál inn í sjey dystum. Í hálvfinaluni megnaðu teir púrasta at temja fronsku heimsstjørnurnar, og teir vunnu ein greiðan 2-0 sigur.
Argentina hevur skotið 18 mál í sjey dystum. Teir hava latið sjey mál inn. Bæði liðini eru sloppin undan brotssparkskappingum. Argentina hevur tó móti Sveis (3-1) og Kap Verde (3-2) havt brúk fyri longdari leiktíð fyri at tryggja sær sigurin.
Lionel Messi hevur við átta málum og fýra uppleggum til mál 12 málstig higartil í HM-endaspælinum.
Tí ætlar Spania at gera nógv fyri at steðga Messi. Tað avdúkar miðvallarin, Rodri í samrøðu við spanska miðilin, AS: - Fyrst og fremst skulu vit halda Messi burtur frá brotsteiginum. Og tá vit vera noyddir at verja okkum ímóti honum, so skulu vit vera tætt við hann, og vit skulu vera meira aggressivir. Og kanska skulu vit ikki detta so langt aftur á vøllin. Vit eru eitt lið, ið vil trýsta mótstøðuliðið høgt upp á vølinum og noyða mótstøðuleikararnar at fella longur aftur. Eg rokni við, at tað verður ein av lyklunum sunnukvøldið. Men við einum leikara sum Messi, ið er sera torførur at rokna út, so skal ein altíð vera upp á vakt. Sigur Rodri.
-------------
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.











