Á Estadio Akron leikvøllinum í Guadalajara í Meksiko gjørdi Suðurkorea í innleiðandi HM bólki A Føroyum kunstin eftir.
Suðurkorea vann 2-1 á Kekkia, júst sum okkara landslið gjørdi í HM-undankappingardysti á Tórsvølli 12. oktober í fjør.
Kekkia legði seg á odda 1-0, tá ein tími var farin av dystinum. Eitt langt innkast var sent inn í brotsteigin, ið Ladislav Krejčí stútaði í netið.
Átta minuttir seinni fintaði Hwang In-beom hegnisliga kekkisku verjuna, og sendi bóltin framvið málverjanum, og so var støðan javnleikur 1-1.
Í 77. minutti helt Tomas Soucek, at hann aftaná góða sending inn í brotsteigin, hevði stútað Kekkia framum 2-1, men VAR kolldømdi málið fyri rangstøðu.
Bert tríggjar minuttir seinni sendi In-Beom Hwang ein góðan bólt inn til Hyeon-gyu Oh, ið staddur inni í brotsteiginum sendi bóltin í netið, og hann gjørdist harvið sigursmálskjútti hjá Suðurkorea.
HER ber til frá danska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum.
Suðurkorea hevði bóltin væl meira, og teir høvdu eisini væl fleiri málmøguleikar enn Kekkia. Væntaði mál søgdu 1,81 til Suðurkorea og 0,81 til Kekkia.
Kekkiski landsliðsvenjarin, Miroslav Koubek setti aldursmet. Við 74 árum og 284 døgum er hann elsti landsliðsvenjarin nakrantíð í einum HM-endaspæli.
Suðurkorea-Kekkia 2-1 (0-0) - HM bólkur A
0-1 Ladislav Krejci ('59 )
1-1 In-Beom Hwang ('67 )
2-1 Oh Hyun-Gyu ('80 )
Meksiko og Suðurkorea hava trý stig hvør í bólki A. Kekkia og Suðurafrika hava einki stig.
Komandi hósdag klokkan 17 spæla Kekkia og Suðurafrika á Mercedes Benz leikvøllinum í Atlanta í Georgia. Somu nátt klokkan tvey møtast Meksiko og Suðurkorea á Estadio Akron leikvøllinum í Zapopan í Meksiko.
Í kvøld klokkan 20 verður fyrsti dysturin í innleiðandi bólki B leiktur. Vertstjóðin, Kanada spælir móti Bosnia Hersogovina á BMO Field leikvøllinum í Toronto.
Í nátt klokkan tvey leggur størsta vertslandið, USA fyri í bólki D á SoFi leikvøllinum í Inglewood í Kalifornia, har Paraguay verður mótstøðuliðið.
HER er yvirlitið, ið vísir hvussu ein sær innleiðandi HM-dystirnar á donsku rásunum, DR, DR2, TV2 og TV2 Sport X.
-------
HER er yvirlitið, ið vísir hvussu ein sær innleiðandi HM-dystirnar á norsku rásunum, NRK og TV2.
-------
HER er yvirlitið, ið vísir hvussu ein sær innleiðandi HM-dystirnar á svensku rásunum, SVT og TV4.
-------
HER ber eisini til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.











