HM-undankapping: Í morgin fæst at vita hvørjum liði Føroyar møta

Vit hava spurt 11 av landsliðsspælarunum hvørjum liði teir helst vilja møta, og hvørjum teir helst ikki vilja møta í Play Off dystunum

 

Seinnapartin í morgin fæst at vita hvørjum liði føroyska manslandsliðið í hondbólti skal møta í øðrum umfarinum í HM-undankappingini. 

 

Tað stendur millum hesi nýggju londini: Eysturrríki, Hvítarussland, Bosnia, Litava, Norðurmakedonia, Portugal, Slovakia, Slovenia og Ukraina.

 

Talan verður um ein heimadyst og ein útidyst. Dystirnir vera spældir millum 14. og 20. mars. 

 

Um Føroyar vinna samanlagt skulu leikast tveir dystir aftrat móti einum evropeiskum toppliði, heima og úti fyri at kunna vinna seg í HM-endaspælið sum verður í Svøríki og í Pólandi komandi ár.

 

Tey níggju styrkismettu liðini tá vera: Kroatia, Kekkia, Týskland, Ungarn, Ísland, Montenegro, Niðurlond, Russland og Serbia. 

 

Hesir alt avgerandi dystirnir vera spældir millum 11. og 17. apríl. 

 

Vit hava spurt 11 landsliðsspælarar hvørjum teir vilja møta í Play Off dystunum í mars, og hvørjum liði teir helst vilja sleppa undan at møta. 

 

Helgi H. Hoydal og Rói Berg Hansen eru á einum máli um, at teir vilja, at Føroyar trekkja Ukraina. Føroyar hava á tveimum sinnum á heimavølli tapt sera tepurt og sera óheppið við bert einum máli. Í 2019 taptu vit 26-27 í EM-undankappingardysti á heimavølli í Royal Arena í Keypmannahavn, har Sonni Larsen, landsliðsvenjari var sera ørkymlaður um dómaraavrikið. 14. mars í fjør var Ukraina á odda 16-11 í steðginum í EM-undankappingardystinum í høllini á Hálsi í Havn. Í seinna hálvleiki var Elias Ellefsen á Skipagøtu í stórformi, og bert óhepnið gjørdi, at vit taptu 26-27. Høvdu vit skorað tvey mál aftrat, og høvdu vunnið 28-27, so høvdu vit tikið lut í EM-endaspælinum sum er í Ungarn og Slovakia í hesum døgum.

 

- Vit hava nakað at hevna móti Ukraina, sigur Helgi H. Hoydal.

 

Á útivølli hevur tó ikki gingið so væl móti Ukraina. Í 2019 taptu vit 19-30 í Ukraina. Í fjør taptu vit teprari 21-25 í Ukraina. Í 2018 taptu vit í HM-undanundankapping í Italia 22-30 fyri Ukraina. Tríggir teir seinastu dystirnir og framgongdin hjá føroyska liðnum gevur tó góðar vónir. 

 

Helgi og Rói eru samdir um hvørjum liði teir helst ikki vilja møta í Play Off dystunum. Helgi og Rói eru samdir um, at vit helst ikki mugu møta sera sterka slovenska liðnum í Play Off dystunum í mars.

 

Filip Jojic hjá VÍF, ið hevur verið ein fongur fyri føroyska landsliðið er ikki í iva um hvørjum hann vil møta í Play Off dystunum í mars: - Eg hevði ynskt at møtt Bosnia. Bæði tí eg haldi, at vit hava ein møguleika at koma víðari í kappingini um vit møta teimum, og tað hevði eisini verið stuttligt hjá mær at spælt móti nøkrum gomlum vinmonnum, sigur Filip.

 

Filip vil eins og Rói Berg Hansen og Helgi H. Hoydal sleppa undan at møta Slovenia: - Eg vil helst ikki møta Slovenia tí eg meti, at vit hava minst møguleika móti Slovenia av teimum níggju liðunum vit kunnu møta í Play Off dystunum, sigur Filip Jojic.  

 

Teis Horn Rasmussen og Áki Egilsnes eru samdir um, at teir vilja gjarna, at Føroyar trekkja Norðurmakedonia í Play Off dystunum í mars. 

 

- Tað hevði verið stuttligt at spælt i einari fullari høll niðri i Norðurmakedonia, sigur Áki Egilsnes.

 

Og Teis Horn Rasmussen er samdur: - Eg vil gjarna møta Norðurmakedonia í einari fullari høll í Skopje, sigur Teis.

 

Um hvat lið hann helst ikki vil møta sigur Áki: - Eg eigi uttan iva at siga tað er nakað lið sum eg ikki vil møta, men skal eitt veljast má tað vera Portugal.

 

Teis heldur eins og Helgi H. Hoydal, Rói Berg Hansen og Filip Jojic, at Slovenia er tað torførasta mótstøðuliðið Føroyar kunnu trekkja til Play Off dystirnar í mars. 

 

Fyri tveimum árum síðani taptu Føroyar sera tepurt 26-27 (13-14) fyri Slovakia í einari HM-undanundankapping í Luksemborg. 

 

Tá skoraði Kjartan Johansen níggju mál og Jónas G. Djurhuus tvey mál.

 

Kjartan og Jónas eru samdir um, at teir ynska, at Føroyar trekkja Slovakia í Play Off dystunum í mars. 

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu er samdur við teimum báðum:  - eg vil helst møta Slovakia, sigur Elias.

 

Elias og Jónas vilja eins og Áki Egilsnes helst sleppa undan at møta Portugal. 

 

Kjartan er á linju við Teis Horn Rasmussen, Filip Jojic, Helga H. Hoydal og Róa Berg Hansen, at hann vil helst sleppa undan at møta Slovenia í Play Off dystunum í mars. 

 

Hákun West av Teigum og Allan Norðberg eru samdir við Róa Berg Hansen og Helga H. Hoydal. Teir vilja hava møguleikan at koppa Ukraina í tveimum Play Off dystum í mars. 

 

Hákun undirstrikar, at Føroyar hava spælt tveir tættar dystir móti Ukraina, og tað gevur honum góðar vónir.

 

Hákun vil helst sleppa undan at møta Hvítarusslandi, meðan Allan helst vil sleppa undan at møta Portugal, ið saman við Slovenia er eitt afturvendandi ræðslumótstøðulið. 

 

Hákun West av Teigum og Allan Norðberg hava sama ynskið sum Helgi H. Hoydal og Rói Berg Hansen. Teir vilja sleppa at møta Ukraina í Play Off dystunum í mars, og fáa tað at koppa til Føroyar hesaferð.

 

Stórskjúttin hjá H71, Peter Krogh sum eisini er millum álitisspælararnar á landsliðnum er ikki líka skjótur at nevna bara eitt ynskimótstøðulið sum hinir landsliðsspælararnir: - Eg vil helst møta antin Slovakia ella Litava. Elias Ellefsen á Skipagøtu, Kjartan Johansen og Jónas G. Djurhuus ynska eisini Slovakia sum mótstøðulið.

 

Eins og fleiri av landsliðsviðleikarunum vil Peter Krogh helst sleppa undan, at Føroyar møta Slovenia.