Hodgson verður i FCK

Fótbóltstíðindi


Nú tykist greitt, at tað ikki verður venjarin hjá FCK, Roy Hodggson, sum skal taka við leysa sessinum hjá enska fótbóltssambandinum.

Mánakvøldið vilud italskir fjølmiðlar vera við, at tað ístaðin verður sviin, Sven-Göran Erikson, sum verða enskur landslðisvenjari. Sviin hevur sáttmála við Lazio fram til komani summar, og er sostatt leysur av øllum bindingum til ta tíð.

Sambært bæði bretskum og italskum fjølmiðlum verðu lønin hjá svianum áljóðandi 23 mió.kr. um árið, um hann fer til Onglands.

Tá tíðindini bórust, varð sagt, at tað bert var undirskriftin, sum restaði í, áðrenn alt var avgreitt. Kanska er seinasta orðið tó ikki sagt kortini, tí týsmorgunin frættist, at Lazio hevur lagt nýtt sáttmálauppskot fram fyri venjaranum. Ársløn: 30.mió.kr.