Føroyski miðvallarin, sum hevur havt eitt heldur misjavnt kappingarár í EB/Streymi, hevur nú funnið seg til rættis í donskum fótbólti, har hann spælir við Jammerbugt í 2. deild vest. Høgni gongur í skúla í Aalborg og spælir fótbólt við síðuna av.
- Tað er hørð kapping um plássini. Allir 22 spælararnir hava sáttmála og eg vænti at hetta liðið hevði klárað seg í oddinum í føroyskum fótbólti, sigur Høgni Madsen, sum hevur sáttmála árið út.
Høgni hevur ikki vunnið sær fast pláss á liðnum, men hann hevur gjørt tað so mikið gott, at felagið hevur bjóðað honum ein nýggjan sáttmála.
- Teir vildu hava meg at royndarvenja og so fekk eg sáttmála fram til ársskiftið. Nú hava teir so bjóða mær ein sáttmála fyri at halda fram komandi ár. Tað hugsi eg so um nú, sigur Høgni Madsen.
Umframt Høgna Madsen, so spælir Karl Løkin eisini í 2. deild vest. Hann spælir fyri Næstved, sum liggur nummar tvey, meðan Jammerbugt liggur nummar seks.